§ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvat inniber títt arbeiði?
Tað er í stuttum at plasera peningin soleiðis, at bæði vit sum banki fáa sum mest burturúr, og at kundin eisini fær sum mest burtur úr peninginum, sum hann hevur givið okkum at umsita.
§ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvussu fer KÍ at klára seg í ár?
Nú spyrt tú næstan skeivan mann, tí eg eri ikki ein av teimum sum eru oftast til dystirnar hjá KÍ á Djúpumýru. Eg vandi í míni tíð fótbólt við piltunum, og har var eg útskiftingsleikari á B-liðnum (he-he)! Annars vóni eg, at KÍ fer at liggja í ovaru helvtini.
§ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvat fer tað at merkja fyri teg, at koyrandi verður um Leirvíksfjørð?
Eg arbeiði dagliga í Havn. So hetta fer at geva mær størri frælsi at ferðast, tí eg verði ikki tengdur at Dúgvuni longur. Hetta verður eitt veldugt framstig.
§ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvussu eru klaksvíkingar annars fyri, nú Norðoyatunnilin fer at lata upp?
Lat meg fyrst siga, at eg harmist stórliga um, at Klaksvík ikki hevur eitt stórt handilssentur í dag. Tað varð tosað um tað fyri 20 árum síðani, og nú í 2006 er enn einki hent á økinum. Hetta er alneyðugt, soleiðis at Klaksvík gerst eitt lokomotiv og ikki minst eitt innbjóðandi trekkplástur fyri onnur. Ferðslan skal jú helst ikki bara ganga úr Klaksvík, men eisini til Klaksvíkar!
§ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvørjum vilt tú heilsa?
Eg vil fegin heilsa øllum vinum mínum: Eg búgvi framvegis Undir Fossum 65!!