Tunnilin gevur høvi at leggja tænastur saman

EYSTUROYARTUNNIL Skulu vit framvegis hava tvey Sjúkrahús á meginøkinum, táið Eysturoyartunnilin er komin, spyr Helgi Abrahamsen, tingmaður

Tora vit at brúka teir møguleikar fyri rationalisering, sum Eysturoyartunnilin gevur okkum?
Tað er ein spurningur, Helgi Abrahamsen, tingmaður, setir.
Nú alt prátið um Eysturoyartunnil hevur snúð seg um, antin hann skal vera almennur ella privatur og um metingar av, hvussu nógv, hann kastar av sær, hevur Helgi Abrahamsen kastað ein nýggj bólt í luftina.
Hann vísir á, at Eysturoyartunnilin fer eisini at geva landinum nakrar møguleikar at rationalisera almennar tænastur, og at leggja tænastur saman.
- Spurningurin er um vit tora at brúka teir møguleikarnar, sigur hann.
- Tá ið Eysturoyartunnilin er komin, er ein hálvur tími úr Klaksvík til Havnar og skulu vit tá framvegis hava tvey sjúkrahús, eitt í Klaksvík og eitt í Havn, spyr hann.
- Tora vit at taka tað málið upp, spyr hann.
Ella hvat við læknaviðurskiftunum rundanum Skálafirði. Skulu vit framvegis hava kommunulækna báðu megin fjørðin, ella skulu vit bara hava ein lækna.
- Og hvat við skúlunum? Skulu vit framvegis hava stórar skúlar báðu megin fjørðin, har næmingar ikki fáa tey valvak, teir vilja hava, tí lærarar mangla?
Helgi Abrahamsen ivast ikki í, at Eysturoyartunnilin hevur ein sera stóran samfelagsligan týdning.
- Spurningurin er bara um vit tora at at brúka tunnilin til at gera tað bíligari at reka samfelagið, spyr hann.

MYNDATEKSTUR

Almennar sparingar

- Tora vit at brúka Eysturoyartunnilin til at gera tað bíligari at reka samfelagið, spyr Helgi Abrahamsen, tingmaður