Frímund Hansen
Sigast má, at loksins hóm-ast ein vilji til at gera nakað við støðuna, samstundis sum, at ásannast má, at vit eru veruliga við seinasta út-kall nú. Í tólvta tíma, sum tikið verður til.
Kenna lítið til støðuna
Eg havi eftirfylgjandi lurtað eftir orðaskiftinum á alneti-num. Tøkk skulu tit hava fyri tygara jaliga vilja frá tingsina røðarapalli. Men tá teir urrøddu støðuna, sum hon nú er, kom tíðuliga til kennar, at teir vita ómetaliga lítið um viðurskiftini í Svín-oy. Eftir útsøgnunum vóru teir tættast uppá einki fræg-ari, enn teir úr Suðuroy. Eitt tað týðuligasta dømið var, tá tingmaður helt, at kranin á Másanum burdi staðið á landi heldur enn umborð. Um tað skuldi verið til-feldið, mátti kranin staðið í 30 metra hædd, ella helvtina av tíðini undir í sjógv. Tey, ið kenna til Svínoynna, vita, at hetta ikki ber til. Men bara tað at hugsa tankan um at gera havn yviri við Eið, er uppaftur verri. Í ramasta álvara at seta fjarskotnar verkfrøðingar í útlandinum at kanna hesi viðurskifti, er at halda lokalu vitanina fyri tað turra spott.
Prógva seg
Tað vísti seg, sum um Svín-oyggin allatíðina skuldi prógva seg sum eitt nú ein ferða-mannaoyggj, landbún-aðaroyggj ella okkurt heilt annað. Men hvør onnur oyggj ella bygd hevur áður skula prógvað seg sum nakað sum helst, áðrenn tær hava fingið eitt betri ferðasamband.
Eitt lítið dømi er Sumba. Har fór ein bilur ella bussur út av vegnum fyri nøkrum árum síðani. Onkur sumb-ingur harkaði eitt lítið sind-ur um, at nú mátti ein tunnil gerast. Og áðrenn ein visti av, bleiv tunnil gjørdur. Hes-in var heldur ikki bíligur. Sigst, at hann kostaði út ímóti 300 mió. kr. tá. Í nú-tíðar pengum er hetta 500 mió. kr. Ikki fyri tað, eg unni Sumbingum væl hendan tunnil.
Svínoyggin hevur áður so dyggiliga prógvað seg, bæði vinnuliga og við rík-um ands- og mentanarlívi.
Samanberingar
Upp í fleiri ferðir varð sagt av tingsins røðarapalli: »Svínoy, Mykines og aðrar útoyggjar«. Við allari respekt fyri Mykinesi, so er hetta ein vána samabering. Mykines er við sínum sjey fermetrum ein størri útgáva av Tindhólmi, meðan Svín-oy við sínum 27 fermetrum væl kundi rúma øllum set-húsunum í Tórshavn uttan fyri bøgarðarnar, niðanfyri 60 metra hædd. Tosa vit um flogvøll, so hevur Svín-oyggin eina beina linju upp á 3,6 km í 30 metra hædd. Nokk til at tikið ímóti ein-um Concorde, um tað skuldi verið. So hesar sam-anberingar eru burturvið og eiga tí ikki at finna stað.
Bilferja
Kravið til samferðsluna upp á Svínoynna er, at Svínoy-ingar fáa eina bilferju at røkja rutuna. At man kann búgva í Svínoy og kunna røkja arbeiði og møta til ar-beiðis inni á megin-land-in-um í Klaksvík/Eysturoy til vanliga arbeiðstíð kl. 8.00 hvønn morgun. At man kann sleppa út aftur, eftir at vanlig dag- og kvøldtilboð eru liðug. At vanligu tæn-ast-urnar sum ruskinnsamling, oljuáfylling o.s.fr. verður gjørd á sama hátt, sum inni á meginlandinum.
At tosa um skjóttgangandi far til hesa farleið við til-hoyrandi farmaskipi ið kem-ur við viðførinum eina viku eftir, at ein er útkomin, er ikki ein loysn, ið kann brúk-ast í Svínoy. Svínoy má og skal hava somu tænastu sum Nólsoy og Kallsoy hava í dag. Annað kann ikki koma uppá tal.
Tríggir møguleikar?
Landstýrismaðurin nevnir í blaðgrein tríggjar møgu-leik-ar. 1. Nýtt havnalag norður við Eið. 2. Tunnil við ferju-legu yvir í Havn. 3. Undir-sjóvartunnil.
Ad. 1. Álvaratos Bjarni. Hetta er ikki ein møguleiki. Eg veit ikki, um tú sást mynd-irnar av Trøllanesi í send-ingini um Barskor, sum Sakaris gjørdi, og sum Hjálmar Høgnesen, fyrr-ver-andi skiparin á Barskor, hevði tikið upp.
Kannst tú gera ferjulegu við Eið, kannst tú eisini gera eina á Trøllanesi, vest-uri í Mikinesi, úti á Kirkju ella í Hattarvík. Tí soleiðis sum tær myndirnar vístu, so-leiðis hóreiggjar brimið sær við Eiði alla vetrar-hálv-una og stóran part av summri-num við.
Ad. 2. Møguleikin er bara tann eini, um hetta skal gerast skjótt, og sum tað so alneyðugt er. Tað er at gera tunnil yvir í Havn. Og eina ferjulegu líknandi tí, sum varð brúkt við Oyragjógv í fleiri áratíggir við góðum úrsliti. Streym-, botn- og veður-líkindini eiga at vera sera eins á hesum báðum støðum. Tunnil og slíka ferju-legu gert tú fyri niðan-fyri 50 mió. kr. Eftir at Kalls-oyggin hevur fingið nýggja ferju, kann Sam røkja Svínoyarleiðina tey næstu 10 árini. Tað trúgvi eg ikki, at svínoyingar hava nakað ímóti.
Ad. 3. Eitt kannst tú síð-ani kanna. Tað er um ikki tunnilin yvir í Havn kann verða partur av einum kom-andi undirsjóvartunnli. Ert tú fyrst komin yvir í Havn, tá eru bara góðir tveir km eftir yvir á Skarðhamarshellu á Viðoynni. Um hetta letur seg gera, kann tunnilin yvir í Havn verða fyrsta byggi-stig av einum føstum sam-bandð millum Viðoynna og Svínoynna. Tá hevði verið nógv vunnið. Fert tú undir ætlanina yviri við Eið, eri eg vísur í, at Svínoyggin er manntóm, áðrenn tú ert lið-ugur. Tað trúgva svínoyingar snøkt sagt ikki uppá. Og tú hevur brúkt eina rúgvu av peningi til onga verðsins nyttu. Tú gerst tær sjálvum klókt í at lurta eftir teimum innføddu, um eg so má siga, í hesum føri.
Loysir uppgávuna líka so væl sum nakar annar
Bjarni Djurholm er líka so væl skikkaður, sum nakar ann--ar at loysa hesa upp-gáv-una. Tað er einki hent á hesi farleiðini, síðani Másin kom í 1959. Tygum hava hóast alt sett nakrar kann-ingar í verk har úti. Men nú hevur tú eisini sitið í langa tíð sum landstýris-smaður, so nú eigur eisini nakað ítøkil-igt at henda.
Góða eydnu við ætlanini og einar gleðiligar páskir.









