Tunnil undir Leirvíkar bygd

Í sambandi við gerð av undirsjóvartunli til Klaksvíkar, leggur bygdarráðið í Leirvík áherðslu á, at tunnil verður gjørdur undir Leirvíkar bygd, so ferðslan til Norðoyggjar ikki á nakran hátt nervar bygdina

Á bygdarráðsfundi í Leirvík mikukvøldið varð samtykt gjørd um farleiðina í sambandi við undirsjóvartunnilin til Norðoyggjar.
Bygdarráðið sær tað sum eitt stórt framstig at partafelag nú er stovnað við tí endamáli at skipa fyri føstum sambandi millum Norðoyggjar og Eysturoy, og at tunnilin er alneyðugur fyri menningina av økjunum.
? Fast samband um Leirvíksfjørð og farleiðin um Leirvík hoyra óloysiliga saman og eigur á ongan hátt at verða til ampa fyri bygdina, sigur bygdarráðið í tíðindaskrvi.
Leirvíkar Bydarráð leggur áherðslu á, at farleiðin um Leirvík verður við í lógini um fast samband um Leirvíksfjørð og vísir á uppskot III 8 hjá Landsverkfrøðinginum frá mars 2001, har tunnil verður gjørdur undir Leirvíkar bygd.
Øll viðurskifti, ið viðvíkja ferðslu um Leirvík, skulu vera greið, áðrenn farið verður undir gerð av føstum sambandi um Leirvíksfjørð, og alt arbeiði í samband við ferðsluna um Leirvík skal verða liðugt, tá ið undirsjóartunnilin verður tikin í nýtslu.