Tunnil á Eysturlandinum

Íslendingar hava fleiri og stórar tunnilsætlanir í hesum døgum. Fyrradagin frættist um eina ætlan at gera undirsjóvartunnil millum meginlandið og Vestmannaoyggjarnar, og í dag vita bløðini at siga, at ætlanin er at gera tunnil millum Norðfjørðin og Eskifjørðin á Eysturlandinum. Tunnilin verður góðar seks kilometrar langur og fer at bøta munandi um sambandið millum bygdirnar, sum ofta er darvað av kava um veturin, skrivar Morgunblaðið.