Skal farleiðin úr Norðoyartunnlinum leggjast oman fyri Lorvíkar bygd, ella skal ein tunnil borast undir bygdina ella skal ein vegføring gerast niðarliga í fiskivinnubygdini við nógvum virksemi á havnarlagnum? Hesir spurningarnir eru aftur á breddanum, nú Norðoyatunnilin verður klárar at brúka um nakrar fáar mánaðir.
Vit skulu venda aftur til teir tríggjar møguleikarnar seinri. Fyrst skulu vit spyrja, hvørjum líkist støðan vit eru komin í? Jú, hon líkist føroyskari tilrættislegging. Dømið í Lorvík er aftur eitt skúladømi um, at vit - ella rættari sagt okkara politiski myndugleiki - megna ikki at leggja til rættis og gera eina heildarloysn fyri eini verkætlan.
Sjálvandi skuldi farleiðin gjøgnum Lorvíkar bygd verið ein partur av eini heildar-verkætlan, sum fevndi um íbindingar á Borðoyarvík, innkoyringarvegir til Klaksvíkar og so leiðina gjøgnum Lorvíkar bygd. Hetta hongur natúrliga saman og sjálvandi skuldi øll verkætlanin verið umrødd og avgjørd í einum. Somuleiðis skuldu hesir vegir verið fíggjaðir saman við tunnlinum.
At loysa hetta mál megnaði politiski myndugleikin ikki. Høvuðsorsøkin er óivað, at politikkarar í Norðoyggjum - Anfinn Kalsberg og Karsten Hansen - kravdu, at málið um undirsjóvartunnilin varð lagt fram undan jólum nøkur ár herfyri. Um vit ikki minnast skeivt, tók táverandi løgmaður málið úr hondunum á landsstýrismanninum í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, uttan at endalig loysn var funnin fyri tunnil og veg.
Nú skal í skundi ein loysn, sum er frægast fyri lorvíkingar, finnast, hóast politiski myndugleikin meira ella minni hevur lovað lorvíkingum ta vegaføring, sum teir helst vilja hava. Bygdarráðið er samt um, at ein tunnil er besta loysnin. Men ein tunnil kostar eftir útrokningunum hjá einskildum byggifeløgum, sum Landsverk hevur biðið um, 150 mió.kr.
Tað er so mikið nógv, at politiskur meiriluti fæst neyvan fyri eini tunnilsloysn, um henda kostnaðarmetingin heldur. Vegaloysn verður ætlað at kosta einar 40 mió.kr. Líka mikið, um hann verður lagdur niðarliga í bygdini ella um hann skal liggja oman fyri bygt øki. Hesum er eftir øllum at døma ein politiskur meiriluti fyri. Og kostnaðurin kann óivað góðtakast.
Men so er stóri spurningurin, hví ein tunnil kostar heilar 150 mió.kr. nú. Hetta er nógv meira enn Landsverk metti í fjør. Eisini er hesin kostnaðurin næstan tvífalt so høgur, sum skandinaviska byggifelagið NCC hevur roknað út. Í sjónvarpinum hóskvøldið segði ein umboðsmaður hjá NCC, at ein tunnil undir Lorvík kostar einar 80-90 mió.kr.
Vinnumálaráðið og Landsverk mugu tí finna út av, hvat er veruligi kostnaðurin fyri ein tunnil, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.
Um prísurin 80-90 mió.kr. heldur, er bara 40-50 mió.kr. á muni millum veg og tunnil. Um so er, eigur tunnilsloysnin at verða vald, tí hana vilja lorvíkingar hava, og talan er jú um bygdina hjá teimum.