Ólavur Hátún
----------
Í Sosialinum seinasta vikuskifti varð lýst eitt hugskot um samhaldsfast framhald av Føroya samferðslukervi við serligum atliti at fígging av tunnilsgerð og rakstri. Dentur varð lagdur á, at talan ikki bert var um íkast til verandi fíggjarstøðu og til ætlnir beint fyri framman, men eins nógv um eina samhaldsfasta gjaldsskipan sum forteyt fyri, at okkara land samferðsluliga so við og við kann verða útbygt til fulnar.
Og hvør er so framtíðartørvurin?
Við hesum í huga havi eg søkt mær ráð og stuðul frá skyldmanninum Heina Olsen, verkfrøðingi, sum í ár so mong var deildarleiðari í vega- og tunlamálum hjá Landsverkfrøðinginum, og sum Mikkjal Helmsdal í 1982 gav boð um leggja eina tunnilsætlan fyri alt landið.
Byggjandi á hesa ætlan og tey ynski og hugskot, sum annars hava verið frammi, verður slík framtíðarætlan her fest á blað:
Suðuroyggin:
Fámjinstunnil uml. 2 km à 35 mió kr + 1 km vegagerð à 12 mió = 82 mió kr
(Góður vegur er úr Fámjin; men á Øraskarði er tiltikið vindhart, og á vetri er mangan vandamikið vegna hálku og kava)
Nýggjur Hvalbiartunnil uml. 2 km à 35 mió kr. = 70 mió kr
(Verandi Hvalbiartunnil er tann elsti í landinum, er á ongan hátt nøktandi til nútíðarkrøv hjá fólki og vinnulívi – ja, er, sum skilst, rættiliga hættisligur eins og tunlarnir Norð um Fjall á Borðoynni).
Undirsjóvartunnil Suðuroy - Sandoy er við sínum trimum milliardum krónum ein ynskilig stórætlan, sum tó ikki verður tikin við hesum viðfangi)
Sandoyggin:
Tunnil til Dals 2 km à 35 mió kr = 70 mió kr
(Vegurin gjøgnum brattlendi til Dals er hættisligur vegna støðug omanlop oman á vegin, ja, vandi kann vera fyri, at sjálvt vegalendi í støðum skríðir undan, um ikki serlig, kostnaðarmikil tiltøk til stuðuls uppundir verða framd, so sum dømir eru um)
Sandoyartunnilin (við møguligum teymi upp í Hest)
Tunnilin uttan teymar uml. 10 km à 60 mió = 600 mió kr
(Hesin tunnil hevur verið nógv frammi í almenna kjakinum, og ongin ivi man vera um, at hann er ein fyritreyt fyri, at Sandoyggin kann lívgjarga sær.
Men hetta ætlaða tunnilssamband suðureftir verður eisini til gagn fyri Suðurstreym, fyri hinar oyggjarnar fyri sunnan, ja, fyri landið sum heild)
Vágar:
Tunnil úr Vágatunlinum og undir Hálsi móti Smyrlagjógv 3 km à 40 mió (120 mió kr) og
vegur oman fyri Sandavág og Miðvág við íbinding í verandi landsveg við Leitisvatn
uml. 5 km à 12 mió (60 mió kr) alt í alt = uml 180 mió kr
( Hendan ætlan , og tað serliga vegurin, er gomul hjá Landsverki og er so mikið meira aktuel, nú flogsambandið við útheimin framhaldandi í áratíggir verður verandi úr Vágum )
Streymoyggin
Tjørnuvíkartunnilin 2,5 km à 35 mió kr = um 88 mió kr
(Regluliga frættist um vandamikil omanlop oman á landsvegin til Tjørnuvíkar)
Eysturoyggin.
Stuttir tunnlar um Eiðisskarð og Gjáarskarð tilsamans 2,5 km á 35 mió kr = 90 mió kr
(Ongastaðni í landinum er ferðarsambandið so darvað á vetrartíð sum um hesi nevndu skørð)
Tunnil Hellurnar-Fuglafjørður 2,5 km á 40 mió kr = 100 mió kr
(Oyndfarðavegurin er sera kava - og hálkuvondur, og bæði oyndfirðingar, hellufólk og fuglfirðingar høvdu fingið stórt gagn av slíkum tunli)
Tunnil Kambsdalur - Millum Fjarða 2,5 km á 40 mió kr = 100 mió kr
(Fuglfirðingar hava leingi havt ynski um hesa stytting á suðurleið, og ivaleyst varð slík tunnilsleið eisini til fyrimunar fyri norðingar og fyri Gøturnar og Skipanes, sum støðugt verða órógvað av miklari koyring gjøgnum bygd økir)
Tunnilssamband Suðurstreym-Eysturoy tilsamans einar 12 km á 60 mió kr = 720 mió kr
( Tað hevur almiklan týdning fyri Føroyar sum samfelag, at miðstaðarøkið verður útbygt, og at sambandið millum høvuðsstaðin og størru bygdirnar/býirnar fyri norðan verður styrkt)
Norðoyggjar
Undirsjóvartunnil av Bumshamri í Klaksvík til Syðradals 3,5 km á 50 mio kr = 175 mió kr
(Umframt stóra fyrimunin, sum eisini kallsoyingar høvdu havt av føstum sambandi við almenna samferðslukervið, hevði slíkur tunnil verið til stórt gagn fyri Føroyar sum ferðamannaland)
Nýggjur tunnil Strond-Depil 3 km á 40 mió kr = 120 mió kr
(Átrokandi neyðugur – sí sama um Hvalbiartunnilin)
Viðoyggin
Vega- og tunnilssamband eysturum til Viðareiðis samanlagt 155 mió kr
(Viðareiðisvegurin er helst tann vegur í landinum, har vandin fyri omanlopi er størstur. Tessvegna er almikil tørvur á aðrari farleið til Viðareiðis)
Svínoyggin
Tunnil úr bygdini og Yvir í Havn 2 km 35 mió = 70 mió kr
(Hesin tunnil, sum svíningar áhaldandi hava biðið um, hevði ført við sær høgligari og støðugari ferðarsamband inn á meginøkið, hevði latið upp fyri góðum fiskivinnumøguleikum, ja, er í veruleikanum ein fortreyt fyri, at hendan frá natúrunnar hond lagaligasta oyggin í Norðoyum kann yvirliva sum bústaður)
Undirsjóvartunnil Viðoy - Svínoy 5 km á 50 mió + vegur 4 km á 12 mió kr = uml. 300 mió kr
( Hesin tunnil, sum eisini er partur av teirri heildar tunnilsætlan, sum Heini Olsen vegna Landsverkfrøðingin projekteraði fyri gott og væl tríati árum síðan, kann tykjast utopiskur, men við undirsjóvarsambandi hevði tað tikið bara einar 10 minuttir at koyrt úr Klaksvík, har sera lítið byggilendi er, og út til Svínoyar, ið nú er partur av kommununi, og har tað á eiggiligum slættlendi er bústaðarpláss til heilan bý.
Týdningin av slíkum sambandi eisini fyri ferðarvinnu í Svínoy kunnu tey mongu vátta um, sum á hvørjum ári leita sær út til summarlendið har, so sum Heini eisini tekur tað fram í sínum stuttriti ”Útoyggja-utopi?”.
Í øðrum londum byggja tey út í sjógvin og fylla upp til tess at økja um lendið. Lítið land sum okkara hevur ikki ráð til, at so góð bústaðarøkir sum eitt nú Svínoyggin og Sandoyggin vegna samfgelagsligt hugsjónarloysi følna burtur.
Bert ein samhaldsføst fíggingarskipan kann fyribyrgja tí.
”Føroyar eru eitt oyggjaland, og tað mugu vit føringar læra at liva við” hevur verið sagt. Hendan útsøgn er ikki longur galdandi, nú meira enn 80% av øllum føringum hava fastan ferðarmøguleika sínamillum. Men ikki er oyggjalandsveruleikin nakar vansi – heldur tvørturímóti. Komin heimaftur á klettarnar
einaferð eftir summarsligt uppihald inni á týska meginlandinum varnaðist eg brádliga tann frískleika og ta eggjandi kenslu, sum stendst av, at havið streymar framvið, hvar tú enn ert í landinum, og at hvør av oyggjunum, sum mynda okkara heimland, hevur síni serligu hugvekjandi eyðkennir. Høvi til við einum fullfíggjaðum samferðslukervi til fulnar at kunna uppliva hendan veruleika fer uttan iva - umframt vinnuliga batan - at vera trivnaðarliga stimbrandi og sostatt at gera sítt til, at alt færri fara at finna orsøk til ”at velja Føroyar frá”.










