Tunlarnir á tingborð í morgin

Varskógvaralógin fær eisini fyrstu viðgerð í løgtinginum klokkan 13.30 í morgin

Klokkan 13.30 í morgin verður tingfundur. Hetta er fyrsti tingfundur síaðni týsdagin 21. august. Løgtingsformaðurin avlýsti tveir fundir, sum vóru settir at vera um mánaðarskiftið. Tað var eftir áheitan frá løgmanni, segði tingformaðurin.

 

Í morgin fer tingið at hava fýra fyrstu viðgerðir.

Uppskot til samtyktar um ársfrágreiðing frá Løgtingsins umboðsmanni fyri 2016 og 2017 vera viðgjørd undir einum og beind rættarnevndini at viðgera.

Uppskot til løgtingslóg um varskógvaraskipan fyri alment sett starvsfólk verður eftir fyrstu viðgerð beint fíggjarnevndini at víðari viðgera.

Síðsta málið á skránni er uppskot til broyting í løgtingslóg um fast samband um Leirvíksfjørð. Hetta málið var tað fyrsta, sum varð lagt fram á ólavsøku. Tað snýr seg um tunlar norðum um Fjall, sum tað verður lagt upp til, at Norðoyatunnilin skal vera við til at fíggja.