Tunlarnir norður um fjall og Føroya Løgting

Nú tað er aktuelt í løgtinginum at broyta nevndaruppskotið og flyta tunnilsgerðina úr Gerðum til Ánirnar, so mugu tit løgtingsfólk av álvara hugsa tykkum um, hvat er best og rættast, tí givið er, at tað beinanvegin verður neyðugt at gera níggjan veg úr Gerðum - undir Kjølinum og norður til ætlaðu tunlarnar

Tí, fyri tað fyrsta, so verður Ánauppskotið ein nógv dýrari loysn upp á sikt, og fyri tað næsta, so koma vit í somu støðu sum Lorvíkingar við ferðslutrupulleikum, og í somu støðu sum Viðingar í samband við koyrivandan! Tí øll minnast vit omanlopið undir Kjølinum sum kundi kostað mannalív, - fyri ikki at tala um allan kavan sum liggur har um veturin, við møguligum omanlopi.

Eitt er púra vist, og tað er, at tað verður dýrt at gera tann vegin, og hann verður eisini rættiliga dýrur at halda viðlíka, - alt hetta talar fyri, at loysnin í Gerðum er tann besta - og nógv tann bíligara í longdini, og tað eru av sonnum góð argumentir, og tí eigur tað uppskotið um tunnilsgerð úr Gerðum at verða samtykt, hóast eitt sindur dýrari, -

Níggir breiðir tunlar koma eisini at geva eina nógv størri økta ferðslu ígjógnum Klaksvíkina, - og tað kann als ikki góðtakast, hvørki av borgarunum ella Klaksvíkar Býráð. So góðu Løgtingsfólk - latið nú logikkin og fornuftina ráða, - so vera trupulleikanir loystir beinanvegin, - við eini skilagóðari samtykt!