Drýggja barsilspeningin yvir eitt longri tíðarskeið

Tað verður gjørt fyri at fáa eitt bleytari skifti aftur til arbeiðslívið

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix

Í ólavsøkurøðu løgmans vísti hann á broytingar í barsilslógini, sum muna hjá barnafamiljum.

– Hámarkið fyri barsilspening er hækkað úr 25.000 upp í 30.000 krónur, og frameftir verður tað javnað árliga, so tað fylgir almennu lønargongdini.

– Rættindini eru eisini styrkt hjá støkum foreldrum, sjálvstøðugum vinnurekandi – og hjá foreldrum, sum ættleiða, fáa ov tíðliga fødd børn ella tví- og fleirburar. 

– Fyri at fáa eitt bleytari skifti aftur til arbeiðslívið ætla vit, at foreldur skulu kunna drýggja barsilspeningin yvir eitt longri tíðarskeið, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður. 

Uppskotið um hetta verður lagt fyri tingið komandi vár.

– Alt hetta fer at seta okkara barnafamiljur – og harvið okkum øll – í eina munandi betri støðu, segði hann.

 

 

Mads Claus Rasmussen/Ritzau Scanpix