Tunlarnir eru tryggir

Føroysku tunlarnir eru tryggir at ferðast í, staðfestir leiðarin á Brunaumsjón Landsins. Men hann ger samstundis greitt, at um eitthvørt hendir, kann tað skjótt gerast til eina stóra vanlukku, tí trygdarútgerð og venjing er lítil

Tunnilstrygd

Tað er líka trygt at ferðast gjøgnum føroysku tunlarnar, sum tað er at ferðast í útlendskum tunlum, sigur Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjón Landsins.
Hóast tað vísir hann á, at trygdarútgerð manglar allastaðni. Eingin neyðtelefon er nakrastaðni. Eingin eldsløkkjari ella vatnveiting er nakrastaðni. Einki videokamera, sum vísir einum bjargingarliðið, hvar á leið ein møgulig vanlukka er, finst í nøkrum tunli. Og seinast, men ikki minst, manglar útbúgving og venjing av bjargingarliðunum, sum skulu fara inn í ein tunnil, um einhvør vanlukka rakar.
Sammett við aðrar europeiskar tunlar liggja vit ikki serliga væl fyri, vísir ein kanning, sum danska blaðið Motor hjá FDM hevur kunngjørt. Tó er at siga, at føroyskir tunlar vóru ikki við í teirri kanningini, sum Motor vísir til.
Kanningin, sum týskarar hava gjørt, fevnir um seks tunlar úr Nordkap í Noreg suður til Slovenia. Og úrslitið vísir, at tryggasti tunnilin í Europa í løtuni er Mont Blanc tunnilin, sum er nýístandsettur eftir vanlukkuna herfyri.
Taparin í hesi kanningini er ein marknatunnil millum Eysturríki og Slovenia, sum kortini er betri útgjørdur enn allir teir føroysku. Hóast alt, ið har manglar eftir teimum krøvum, kanningin setir, hevur hesin tunnilin í minsta lagi videoeftirlit, tá eldsløkkjari ella neyðtelefon verða nýtt. Í Føroyum er einki av hesum.
Aðrir tunlar hava eitt nú rýmingarvegir og ella rúm at fara í, um vanlukkur eru. Avmerking er allastaðni, eins og telefonir og eldsløkkjarar eru við ávisari fjarstøðu, sum vanliga er stutt. Niður í 88 metrar millum eldsløkkjararnar er ikki óvanligt.

Ymiskt tryggari
Hóast trygdarútgerðin aðrastaðni er væl betri enn í Føroyum, eru vit tó á summum økjum betri fyri enn eitt nú norðmenn, vísir Petur á Lava Olsen, leiðari á Brunaumsjónini, á.
Í Noreg eru nógvir tunlar fóðraðir innan við polyetyleni, sum er vandamikið. Her hjá okkum varð so mikið seint farið í gongd við at klæða tunlarnar, at komið var fram, at hetta evnið er vandamikið, og tí er heilt lítið brúkt av hesum, vísir hann á.
Eisini verður gjørt burtur úr trygdini í aðrar mátar her hjá okkum. Eitt nú at gera veggir og innkoyringar í tunlunum meira avvísandi fyri bilum, ið av einihvørjari orsøk ikki raka sjálva innkoyringina, men enda við síðuna av, eins og slíkum, sum koyra inn í veggin.
Jú slættari veggirnir eru, minni er vandin fyri álvarsligum skaða, um tú koyrir í veggin.
Men tosa vit um bjargingar, eru vit ikki væl fyri í Føroyum, vísir Petur á Lava Olsen á. Venjingar eru ikki, og útgerðin at gera venjingarnar við, manglar í stóran mun. Sløkkiliðini hava lítla vitan um, hvat tey skulu gera, og helst um, hvørjum tey skulu halda fingrarnar frá, um tey skuldu komið soleiðis fyri, at tey noyðast inn í ein tunnil til eina bjarging, sigur hann.
Ein onnur orsøk til at vandamarkið er lágt her hjá okkum er, at vit hava ikki ta tungu ídnaðarferðsluna, sum stóru londini hava. Eitt nú stórir bilar við kemikalium koyra ikki á føroyskum vegunum.
Tosað hevur verið um, hvussu verður í Vágatunlinum, tá hann verður tikin í brúk. Men her vísir leiðarin á brunaumsjónini á, at har er talan um ein bensinbil um vikuna ella so, sum ferðast um Vestmannasund, og saktans kann hann koyra uttan fyri ta tíð, tá mest ferðsla er.

Góð ráð
So alt í alt eru bæði leiðarin á Brunaumsjón Landsins og týska kanningin, sum Motor kunnger, samd um at tunlar eru als ikki vandamiklir at ferðast ígjøgnum.
Størsti vandin liggur ikki í verandi ella manglandi útgerð, men avgjørt hjá honum, sum koyrir bilin, ið fer gjøgnum tunnilin.
Ráðini til bilføraran kunnu vera so mong, men tey vanligastu eru eitt nú at syrgja fyri at hava nóg mikið brennievni á bilinum, so tú ikki steðgar upp inni í tunlinum av teirri orsøk.
Ikki at vera í sólbrillum, og altíð at hava ljós tendrað, tá tú koyrir í tunli.
Fylg teimum fyriskipanum, sum skeltini siga, og koyr ongantíð nærri enn einar 50 metrar frá tí bilinum, sum koyrir undan tær.
Kemur tú fyri eini vanlukku, verður rátt til at seta bilin heilt inni við veggin høgrumegin og rýma frá honum. Men lat lykilin standa í, so bjargingarmanningin kann flyta hann seinni, um tað gerst neyðugt.