Tað er ikki vist, at ætlaðu tunlarnar Norður um Fjall og aðrir tunlar, verða gjørdir nú.
Í sambandi við kreppu- og vakstrarpakkan hjá samgonguni, hevur tað eisini ligið í kortunum, at íløguætlanin hjá landsstýrinum skal raðfestast av nýggjum.
Keldur, sum hava verið fundi í fíggjarmálaráðnum, har Jóannes Eidesgaard hevur greitt frá kreppupakkanum, siga fyri Sosialinum, at samgongan umhugsar nú at raðfesta ætlaðu íløgurnar øðrvísi enn hon áður hevur fráboðað.
- Ætlanin er ikki at skerja íløgukarmin, men at raðfesta íløgurnar øðrvísi, so at íløgur í tunlar og annað, verða útsettar.
- Tað, sum liggur í kortunum, er, at íløgupeningur skal flytast frá tunlum, yvir í aðrar verkætlanir.
Ongir ávísir tunlar eru nevndir, men tær tunnilsætlanir, sum liggja fremst fyri at verða gjørdir, eru tunlarnir Norður um Fjall, sum ætlanin er at fara undir næsta ár.
Men ístaðin fyri at gera tunlar, er ætlanin at framskunda arbeiðið at gera nýtt havrannsóknarskip og tað skal smíðast í Føroyum.
Í sama viðfangi er ætlanin at framskunda ætlanina at skifta onkur av teimum gomlu og ótíðarhóskandi strandfaraskipunum, út og kanska eisini at framskunda arbeiðið at umvæla onnur skip.
Krøv frá Tjóðveldi og fakfeløgum
Tað hevur ljóðað, at hetta er eitt krav, sum Tjóðveldið hevur sett fyri at flokkurin kann taka undir við krepputiltøkunum.
Men tað hevur eisini ljóðað, at tað verður ikki treytaleyst, at almennu fakfeløgini fara at góðtaka, at lønarhækkingin, sum skuldi verða 1. oktober, verður strikað.
Eitt krav sum fakfelagsfólk hava sett fram, er, at peninganýtslan hjá samgonguni verður raðfest av nýggjum og í hesum sambandi hevur tað nettupp verðið nevnt, at tað er tórført at skilja, at vit skulu hava ráð til fleiri tunlar, samstundis sum tað er neyðugt at strika eina avtalaða lønarhækking hjá almennum starvsfólki.
Ein grundgeving fyri at raðfesta skipasmíð framum tunnilsgerður, er, at tað kastar væl meiri arbeiðspláss av sær at byggja skip, enn tað ger at bora tunlar.
Og at raðfesta skipasmíð framum, er serliga við atliti til, at MEST hevur sagt nógvum fólki upp í seinatuni, tí ordrabøkurnar eru tómar og vandi er fyri, at vit fara at missa tann førleikan, vit hava at byggja skip.