Tunlar til smábygdir verða ikki framskundaðir

Samgongan tekur ikki undir við at Landsverk útvegar sær útgerð til at gera tunnil til Dals, Fámjin, Gjáar og Tjørnuvíkar.

 

Arbeiðið at gera tunnil til smábygdirnar Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar, verður ikki framskundað.

 

Tað er greitt, tí samgongan ger nú greitt, at hon tekur ikki undir við uppskotinum hjá Páll á Reynatúgvu og Sirið Stenberg um at gera tunlar til Dals, Fámjin, Gjáar og Tjørnuvíkar.

 

Tey skutu upp, at Landsverk útvegar sær útgerð at bora smærri tunlar, so at gind alla tíðina er í onkrar tunnilsætlan.

 

Men meirilutin í rættarnevndini, sum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Brandur Sandoy, Reimund Langgaard og Eivin Jacobsen, tekur ikki undir við hesum.

 

Tey vísa á, at Landsverk hevur roknað seg fram til, at tað er ov dýrt at arbeiða í smáum

 

Meirilutin heldur eisini, at tað er ivingarsamt um tað er rætt at lata Landsverk sum er almennur myndugleiki, fara undir entreprenørarbeiði aftur.

 

Hesi sami meiriluti ásannar tó, at tað er neyðugt at bøta um ferðasambandið til hesi smáplássini.

 

Men slíkt arbeiði eigur at vera við í eini langtíðarætlan.

 

Tey eru ikki heilt samd í, at tað er dýrari at hava eitt alment borilið enn at bjóða arbeiðið út.

 

- Kortini vísa tølini frá Landsverki, at varð Gásadalstunnilin boðin út, hevði hann kostað 100 milliónir krónur.

 

Her er kortini ikki lagt upp fyri hækkaður prístali, sum svarar til einar 45 milliónir krónur.