Tunlar onga ávirkan á búskapin

Tað er gykl at halda, at nýggja tunnilsverkætlanin fer at hava nakra stóra demografiska effekt, og samlaða búskaparliga ávirkanin verður tætt við null. Tað sigur Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur og demografur. Hann heldur, at pengarnir vórðu betri brúktir til eina umfatandi vakstrarætlan, um tað var búskaparvøkstur, man ynskti

Ingolf S. Olsen

Tað er absolutt onki, ið talar fyri, at Eysturoyartunnilin fer at hava stórvegis fólka­vøkst­ur við sær í Eystur­oyn­ni. Í Sandoynni fer ein Sand­oy­ar­tunnil heldur ikki at skapa nakran ógvus­l­igan fólkavøkstur rokn­að í persónum, men av tí, at har býr so lítið fólk framman­und­an, fer vøkst­urin at verða nokkso stórur í pro­sent­­um. Og stóra tunnils­verk­­æt­­lanin fer als ikki at skapa fólkavøkstur í øllum landi­num samanlagt.
Tað sigur Magni Laksá­foss, bú­skap­ar­frøð­ing­ur og demografur, fyrr­ver­andi løgtingslimur fyri Sam-bands­flokkin og fyrr­ver­andi fíggjar­­mála­­ráð­harri.
Hann væntar eisini, at tey, ið rokna við, at stór­fing­na tunnils­verkætlanin fer at seta ferð á búskapin og skapa vøkstur í øllum sam­felag­num, verða vón­svik­in. Tí, um sæð verður burt­ur frá økta virk­seminum í byggitíðini, fer vøksturin at verða so lítil, um nakar verður yvirhøvur, at hann illa kann mátast.

Royndir og tøl
Magni Laksáfoss leggur dent á, at hansara væntanir ikki bert eru spádómar, men byggja á tær royndirnar, vit framm­an­undan hava við slík­um byggiverkætlanum. Og tær royndirnar eru fesk­ar við Vágatunlinum og Norð­oya­tunli­num.
Tað eru tølini frá hesum tunnils­verk­ætlanunum, sum Magni Laksáfoss hev­ur greinað, og brúkt sum grundarlag at meta um av­leið­ingar­nar av Eystur­oy­ar­­tunlinum og Sandoy­ar­tunli­num.
- Vit síggja, at Vága­tunnil­in greitt hevur havt eina demografiska ávirkan, tí fólkatalið í Vágum er vaks­ið væl meira, enn tað vildi gjørt, um ongin tunnil var. Hin­veg­in hevur Norð­oya­tunnilin on­ga ávirkan havt á fólka­tal­ið í Klaksvík og restini av Norðoyggjum, staðfestir Mag­ni Laksáfoss.
Spurningurin er so, hvussu samanberingarnar skulu gerast. Her eru tað serliga tvey mát, ið hava týdn­ing, heldur hann: frá­støðan til Havnina, og hvussu trongur ferðslu-fløsku­háls­ur­in er ella var, áðr­enn tunnilin verður gjørd­ur.
Og so hevur tað sjálvsagt týdn­ing, at framskriva tølini, sum tey helst høvdu sæð út, um ongin tunnil kom.

Effekt í Vágum
Fløskuhálsurin um Vest­manna­sund var sera trongur. Nær­um hvønn dag var bíðitíð í Vestmanna og á Oyrargjógv at sleppa við ferjuni yvirum. Hes­in trupulleikin hvarv, tá Vágatunnilin kom, og har­aftur­at minkaði ferða­tíð­in niður í ein brotpart av tí, hon var áðrenn, tí nú slepst undan at skula allan vegin til Vest­manna eisini, umframt at tað er nógv skjótari at koyra enn at sigla.
Vágatunnilin fekk maksimala effekt, vísir Magni Laksáfoss á. Fólka­vøks­t­urin í Vágum lá und­ir miðalvøkstrinum í øllum landinum, áðrenn tunnil­in kom. Hetta broytt­ist markant í 2001, og fólka­vøkst­ur­in í oynni tók veruliga dyk á seg í 2002, tá tunnilin varð tikin í nýtslu. Vøkst­ur­in hevur hildið sær í um­leið 10 ár, har hann í miðal hevur ligið umleið eitt pro­sent­stig omanfyri miðal­fólka­vøkst­urin í landinum.
- Nú sær tó ikki út til, at fólka­talið í Vágum veksur meira orsakað av tunlinum. Men tað fer tó framhaldandi at fylgja miðalgongini í landinum, har tað áðrenn tunnilin lá trý kvart prosent undir. Tað er møguligt, at tað kundi vaks­ið nakað eyka í fá ár aftur­at, kanska 2-3 ár, um gjald­ið at koyra varð tikið av. Men samanumtikið kunnu vit siga, at Vágatunnilin hev­ur havt eina greiða demo­graf­iska effekt, sum merkti, at fólkatalið vakst umleið eitt prosent meira um árið, enn tað annars vildi gjørt, og effektin vardi í 10 ár, sigur Magni Laksáfoss.

Klaksvík fekk onki
Soleiðis er myndin ikki við Norðoyatunlinum. Gongd­in í fólkatalinum í Klaks­vík plagar at fylgja meðal­gongdi­ni fyri alt landið, og so­leiðis hevur gongdin eisini ver­ið, síðani tunnilin lat upp í 2006.
Men tað undrar ikki Mag­na Laksáfoss.
- Leirvíksfjørður var als ikki sami fløskuhálsurin sum Vest­mannasund. Tað var sjáldan, at tað stóðu bíðirøðir av bilum, sum ikki sluppu við, og harafturat styttist ferða­tíðin millum Klaksvík og Havnina lutfalsliga lítið, hon fór úr kanska sjey niður í fimm korter, sigur Magni Laksá­foss.
Hann væntar, at demo­graf­iska effektin av Eystur­oyar­tunlinum fer at verða ein kombinasjón av henni, ið sæst í Vágum og í Klaksvík – tað merkir samstundis, at hon verður lítil.
- Vega- og brúgvasamband er jú frammanundan, so har er ongin fløskuhálsur yvir­høvur. Ferðatíðin verð­ur hin­veg­in munandi stytt mill­um megin­økið í Eyst­ur­oynni og Havnina, og tað fer helst at merkja ein fólkavøkstur í Eysturoynni, serliga í øki­num kring Skálafjørðin, út yvir tann vøkstur, sum hevði verið har kortini. Men eg vænti avgjørt, at henda eyka tilflytingin verður sera lítil, í persónstali kanska sum í Vágum, altso eini 20-40 persónar um árið í 10 ár. Tað er jú ikki serliga nógv, tá hugsað verður um, at har framman­undan búgva um 10.000 fólk í Eysturoynni, sigur Magni Laksáfoss.

Vøkstur í Sandoynni
Í Sandoynni fer vøksturin í fólkatalinum hinvegin at merkjast væl, tí har búg­va bara 1200-1300 fólk framm­an­undan.
- Tað er verri at meta um Sandoynna, tí hon er ein sovioyggj nú, og tað fer hon eisini at verða, eftir at tunni­l­in er komin. Í øllum førum verð­ur tað ikki orsakað av hon­um, at nakað vinnulív blóm­ar upp í oynni. Men hin­veg­in sær út til, at nógvir sand­oy­ingar, sum í dag búgva í meginøkinum, fegin vilja búgva í Sandoynni, um tað verður høgligari at koma til og frá. So eg giti, at fólka­vøkst­ur­in, sum stendst bein­leið­is av tunlinum, verður 20-25 fólk um árið í 10 ár. Eftir tað verður ikki meira vøkst­ur á tí kontuni, sigur Magni Laksáfoss.
Hann ger vart við, at ferðslu-fløsku­háls­ur­in um Skopun­ar­fjørð ikki er stór­ur sum er. Ferðatíðin fer tó ni­ð­ur í minni enn eina helvt við ætlaða undir­sjóv­ar­tunli­num.
- Men frástøðan og ferða­tíðin eru so stuttar frammanundan, at effektin verð­ur ikki so stór, sjálvt um tað ljóðar av nógvum, at ferða­tíðin fer niður í helvt, sigur Magni Laksáfoss.

Ongin netto-effekt
Samanumtikið verður demo­grafiska effektin av tunlunum sambært bú­skap­ar­frøðinginum og demo­grafinum lítil – tó størri í Sandsoynni enn í Eystur­oynni. Sæð yvir alt landið, verð­ur bert talan um at flyta fólk frá einum staði í landi­num í annað, so nakar netto fólkvøkstur orsakað av tunnils­verkætlani spyrst ikki burtur úr.
Men hví væntar hann ikki, at tættari samanbindingin av meginøkinum og íbindingin í Sandoynna fara at hava positiva ávirkan á samlaða føroyska búskapin?
- Demografiskt er talan bert um at flyta fólk úr ein­um staði í annað, og tað er nakað tað sama við bú­skap­ar­vøkstrinum. Tað, at tú bin­d­ir økir saman og styttir frá­støð­ur, skumpar ikki undir nýtt virksemi. Tað er tað abso­lutt onki, sum bendir á, um vit hyggja at Vágum og Norð­oyggjum.
- Í økjunum, har tunlarnir fáa størst effekt, fara teir kanska at hava ein árligan vøkst­ur á 0,2-0,3 prosent við sær, og tann vøksturin verð­ur í handils- og tæn­astu­vinnu­ni. Effektin heldur sær hægst í 10 ár, so samanlagdi vøkst­ur­in í økjunum hesi ár­ini verður tvey-trý prosent. Fyri alt landið verður saml­aði búskaparvøsturin or­sak­að av tunlunum kanska 0,1 pro­sent um árið – ella eitt pro­sent til samans í 10 ár. Tað ber næstan ikki til at máta, tá tølini gerast so smá, sigur Mag­ni Laksáfoss.

Aðrir fyrimunir
Hann leggur dent á, at tað tó kunnu vera onnur viður­skifti, ið tala fyri at gera tunl­a­rnar, sjálvt um teir ikki skapa hvørki fólka- ella bú­skap­ar­vøkstur.
- Eg havi ikki roknað upp á tað, men kanska er tað bíligari við tíðini at gera ein tunnil til Sandoynna held­ur enn við 15-20 ára millum­bilum at noyðast at byggja nýgg­­ja ferju. Tí kann tað hugs­ast, at tann tunnilin isoler­að sæð er ein skilagóð íløga. Ta nyttuna fáa vit tó ikki úr Eysturoyartunlinum, tí har er ongin ferja at spara.
- Men tunlarnir lætta heilt vist um lívið hjá øllum teim­um, ið búgva í økjunum, sum tunlarnir annaðhvørt binda saman ella stytta far­leið­ir­nar ímillum. Vit hava bert eina veruliga vinnu-ás í Føroyum, og tað er Havnin-Eysturoyggin-Klaks­vík. Tann ásin verður styrkt, og dynamikkurin í henni verður helst betri við Eysturoyartunlinum. Men hetta eru betringar í luksus­klass­anum, og sum sagt verður búskaparliga effekt­in onki at snakka um, sigur Mag­ni Laksáfoss.
Heldur vakstrarætlan
Tað er fíggjamálaráðharrin, ið hevur gingið á odda at fáa semju um tunnils­verk­æt­lanina, og tað ver verð­ur hann, ið fer í tingið við lógar­upp­skotinum. Magni Laks­áfoss var sjálvur fíggjar­mála­ráðharri eitt skifti í 2007-2008, men hann dylir ikki, at hann neyvan hevði sett seg í oddin fyri einari tunnils­verkætlan fyri tvær milliard­ir krónur, um tað var fólka- og búskaparvøkstur, ið var málið.
- Nei, eg haldi absolutt ikki, at íløgan stendur mát við tað, man fær afturfyri. Hevði eg sloppið at brúkt tvær milliardir krónur upp á eina gjøgnumførda vakstr­ar­ætlan fyri Føroyar, eri eg rætti­liga vísur í, at úrslitið í bæði fólkavøkstri og bú­skap­ar­framgongd hevði ver­ið nógv betri, enn úrslitið av tunlunum verður, sigur hann.