TAÐ var áhugavert at hoyra formann tjóðveldisfloksins í útvarpinum í vikuni úttala seg um undirsjónvartunnilin. Hann er so misnøgdur við gongdina í málinum, at hann ivast í, um hann ella flokkurin fara at atkvøða fyri málinum, nú ein serstøk lóg fyri tunnilin verður løgd fyri tingið. Hann er m.a. ónøgdur við, at eingin føroysk fyritøka sleppa at bjóða og við hesum sipar hann til landsverkfrøðingin.
NAKAÐ reyðir og algoystir munnu fólkafloksmenn verða, tá teir hava hoyrt tjóðveldisformannin úttala seg um eitt av teirra hjartamálum (tó bert hjá parti av fólkaflokkinum). Men neyvan tora tjóðveldismenn at steðga hesum hjartabarninum hjá ávísum fólkafloksmonnum, tá teir vita, at fólkaflokkurin bara situr í bíðar eftir einum høvi til at leypa av skjóttkoyrandi fullveldistokinum hjá Høgna Hoydal & Co. Vit hava hoyra fólkafloksmenn aftur og aftur ávarað tjóðveldisflokkin um, at gongur flokkurin ímóti hjartamálum teirra, er hann eisini farin at pilka við neyðbremsuna á fullveldistokinum. Í hesum sama høpi verður áhugavert at síggja, hvussu flokkarnir báðir fara at tacla Natomálið. Tjóðveldisflokkurin hevur játtað at kanna spurningin um Natolimaskap, og tá Hvítabók nú leggur upp til hetta, so er spurningurin, um tað ikki bara er undanførsla, tá Høgni Hoydal í SVF sigur, at teir taka ikki støðu til hetta fyrr enn eftir, at Føroyar hava fingið fullveldi. Munnu fólkafloksmenn verða nøgdir við hasa útleggingina, og er sannleikin ikki heldur tann, at Høgni Hoydal ikki torir at melda klárt og greitt út, tí hann her veit, at flokkur hansara er í tvíningum. M.a. eru tjóðveldistingmenn, sum ganga fult og heilt inn fyri Natolimaskapi.
HITT málið er flogvøllurin. Vinnumálaráðharrin má enn einaferð ásanna ein ósigur. Hann trúði, at danir fóru at siga ja til at gjalda fyri útbygging av vøllinum, áðrenn hann verður yvirtikin, men nú vísir hetta seg ikki at vera sakin. Danir hava enn ikki nakra greiða støðu til málið. Tvs. at bæði tunnil og vøllur her hava fingið skot fyri bógvin. Kann tað so hugsast, at tunnilsætlanin dettur niðurfyri, og spurningurin um ein heilt nýggjan flogvøll á Glyvursnesi aftur verður aktuellur? Onkur hevur áður reist spurningin um at brúka av komandi oljupengum til at byggja heilt nýggjan flogvøll fyri. Kann tað hugsast, at tað fer at koma lívi í aftur hesa ætlan, nú leingjan av vølli í Vágum og tunnilsgerð eru komin í ?miskreditt?? Hvat vit enn halda, so eru hetta stór og álvarlig mál, sum eiga at umrøðast alment.