Harmiligt er, at so dugnaligur maður, sum Bjarni Askam Bjarnason er, skal koma sær sjálvum út í nakað so tápuligt, sum at undirskriva mótmæli, sum eitt lítið egoistiskt panel av 50 túsund íbúgvum, loysir úr lagdi.
At fáa eitt starv, hevur ábyrgd við sær, og ofta “hægri” – ella betri lønt – fylgja størri ábyrgdir, ikki bert skrivaðar men eisini sjálvsagdar, tí er tað ov lætt at fara um hetta, at valfeløgini í Norðoyggjum ikki virða grundlógartryggjað rættindi hjá borgara.
Tá ein verður settur í starv, verða gjørdar fastar avtalur um møtiskyldu, ikki at koma fullur til arbeiðis, tagnarskylda etc. Samstundis eru avtalur, sum ikki verða festar á blað men so sjálvsagdar, at tann ið fær starvið, heilt nátúrliga veit tað.
Starv og ábyrgd
Eg haldi tað var Fríðrikur kongur áttandi, sum einaferð sendi boð eftir ein av sínum konstaplum. Hesin møtti upp í vanligum klæðum og ikki í uniformi.
Kongurin gjørdist ikki sørt illur og helt fyri “Hvussu ber tað til, at tú ikki ert í uniformi, tá eg kalli teg til samrøðu”? Hesin svaraði, at hann helt ikki, tað nú var so umráðandi, tí fundurin var so óformligur.
Tá segði kongurin við hann: “Ungi maður, minst til eitt, tú hevur valt hetta starvið, og við hesum fylgja nakrar ábyrgdir, sum tú skalt halda. Tú ynskti hetta starvið, meðan eg hinvegin eri føddur til tað. Gloym hetta ongantíð”!
Grundlógin okkara rættur
Sjálvsagt eigur Bjarni síni grundlógartryggjaðu rættindi, sum eingin kann taka frá honum, men tá hann hevur tikið við hesum starvi, sum var frívilugt, eigur hann at gera sær klár, at nú er heilt nátúrliga ikki alt frívilugt longur. Tað veit hann eisini sjálvur nú aftaná, og nýtist ikki at verja seg við synunum, útbúgvingarleguni í Føroyum og og koma við so bíligum argumentum sum, at vit onnur ikki geva honum møguleika grundlógartryggjaðu rættindi!
Vit ynskja øll eitt gott heilsuverk eitt vala skúlaverk, men tað verður ikki bert gjørt við meiri peningi, men heilt øðrum átøkum, við størri produktivari ferð og at hesi, sum hava útbúgvi seg, og sum tí eru til stórt gagn fyri okkum, eiga sjálvi at leggja størri orku í at eftirútbúgva seg, eisini fyri egnu skuld, so tey standa aftanfyri arbeiðið við styrki og sannføring.
Á skeivari leið
Spurningurin, sum eg nú siti eftir við, er: “Hevði hann so eisini verið ímóti Vága- og Norðoyatunlinum, um so er, at vit fara aftur í átta- og níti árini”.
So segði stóri statsmaðurin, Thorvald Stoltenberg, á einum fundi eg var á um danska høvuðsstaðarøkið: “Da et projekt ser dagens lys, er ofte få med og mange imod. Men da et godt resultat foreligger, er alle med og alle har altid været med”!
Nei, tunilsformaðurin er veruliga á tunnum ísi, veit hann ikki tað, so er hann og kanska fleiri við honum á skeivari leið.










