Millum klokkan 16 og 20 í dag koyrdi ein sonevndur blokkvognur ein umleið 70 tons tungan dumpara av Skála og út í Marknagil í Havn. Flutningurin byrjaði á Skála klokkan 16, og klokkan 20 vóru akførini komin út í Marknagil.
Hetta er so mikið tungur flutningur, at neyðugt var hjá løgregluni at vera við, meðan flutningurin fór fram.
Fólk, sum skuldu koyra gjøgnum Norðskálatunnilin seint seinnapartin, tá flutningurin var komin suður hagar, noyddust at bíða, meðan blokkvognur og dumpari koyrdu gjøgnum tunnilin.
- Tað bar ikki til at hava aðra ferðslu inni í tunlinum, meðan flutningurin fór tann vegin, men tað tók tó ikki langa tíð, til Norðskálatunnilin var opin aftur fyri vanligari ferðslu, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.