Tungu akførini út um býin

Tórshavnar Býráð fer nú undir at gera parkeringsøki til tungu og dálkandi ferðsluna uppi á Skarðshjalla

Tað hevur í longri tíð verið arbeitt við einari ætlan at flyta alla ta tungu ferðsluna út um býin, eisini tá talan er um parkering. Hetta stavar frá einum ynski um, at stórir og tungir lastbilar ikki skulu verða parkeraðir húsana millum til ampa fyri bæði fólk og ferðslu.

Eisini hetta uppskotið er gamalt og stavar frá 2004, tá skjøtil varð settur á. Í mars 2005 samtykti fíggjarnevndin at taka undir við hugsanini at gera hetta parkeringsplássið uppi á Skarðshjalla omanfyri har, sum ídnaðarøkið á Hjalla er.

Samtykt varð í september hetta árið, at keypa eitt 2350 fermetrar stórt stykki fyri smáar 1,5 milliónir krónur.

Men tað er kortini ikki bara sum at siga tað at byggja nakað, sjálvt um tað so bara er eitt parkeringspláss. Tí sambært Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og løgtingslóg um umhvørvisvernd, kemur hetta undir »serliga dálkandi virki v.m.«, og tí er neyðugt at gera eyka íløgur og fyriskipanir, áðrenn parkeringsøkið verður umhvørvisliga góðkent.

Tískil hevur verið neyðugt at írokna í uppskotið regnvatnsleiðingar, oljuútskiljara við tilhoyri, umframt fínplanering, asfaltering og stríping.

 

Klárt at byrja

Í uppskotinum liggur, at pláss skal verða fyri 16 lastbilum og bussum upp til tólv metra longd, sum skulu setast í uppstrikaðar básar.

Samstundis verður mælt til, at kunngerðin um parkering í kommununi verður dagførd. Í hesum sambandi hevur Finn Ougaard, varafúti, gjørt sínar viðmerkingar.

Býarverkfrøðingurin mælir til at taka undir við uppskotinum, og sama gjørdi tekniska nevnd á fundi 7. september í fjør. Viku seinni samtykti fíggjarnevndin at taka undir við teknisku nevnd og játta 800.000 krónur til arbeiðið. Tó mælir fíggjarnevndin frá at seta tíðaravmarkaða parkering í gildi fyri økið.

Nakað seinni samtykti býráðið viðmælini og bjóðar arbeiðið út í innbodnari lisitatión millum tríggjar arbeiðstakarar.

Síðst í september í ár hevur tekniska nevnd fund um málið og samtykkir at taka av lægsta tilboðnum, sum er frá Sp/f Maskinkoyring, og ljóðar upp á 1.071.746,06 krónur – uttan MVG.

Fíggjarnevndin samtykti at játta 527.000 krónur aftrat teimum framman undan játtaðu 800.000 krónunum, og mælti anars býráðnum til at taka undir við málinum. Og tað gjørdi býráðið so í síðstu viku soleiðis, at nú er klárt at fara undir arbeiðið.