Hesa ferð vitjar oddaliðið á Sandi hjá B71, sum er næst niðast í deildini, og tí skuldi talan verið um lætta uppgávu á pappírinum.
Men B71 hevur bert tapt eina ferð av seks teimum seinastu dystunum, sum hava kastað 13 stig av sær. So sjálvsálitið er í lagi hjá B71.
Til dystin noyðist B71 tó at vera stórspælandi Gudmund S. Nielsen fyriuttan, eftir at hann fekk sítt fimta gula kort seinast. Hinvegin er Símin Hansen til reiðar at spæla, eftir at hann hevur sitið leikbann av sær.
Hjá EB/Streymi er Marni Djurhuus leikbannaður, meðan Brian Olsen er skaddur.