Sum einasta lið í ensku Premier League eigur Tottenham enn fyrsta sigurin til góðar. Í gjár spældi Tottenham á heimavølli móti Aston Villa, og hetta gekk ikki betur enn næstbest. Nigel Reo-Coker og Ashley Young skutu gestirnar upp á 2-0, áðren Darren Bent stutt fyri leiklok minkaði til 2-1. Nærri enn tí sama kom Tottenham tó ikki.