Raksturin hjá P/F Restorff’s Bryggjarí hevur gingið striltið seinnu árini. Eftir nøkur ár við smærri undirskotum, var hallið í fjør 3.803 tkr. Í ársfrágreiðingini sigur leiðslan, at hetta einamest kemst av minkandi framleiðslu. Bæði tí sølan av øli hevur verið minkandi, eins og felagið í fjør seldi sodavatnsframleiðsluna til P/F Føroya Bjór. Takkað verið eini uppskriving av virkisbygninginum, er eginognin framvegis positiv, men skal tað standa við, er neyðugt at fáa avlop í fyritøkuna. Eitt mál, sum leiðslan ætlar at røkka við at nútímansgera framleiðsluna og við at styrkja um kapitalgrundarlagið undir fyritøkuni.