Fiskivinna
Einki arbeiði hevur verið á fiskavirkinum Lido Seafood í Skálavík síðan áðrenn jól. Søgur eru farnar at ganga um, at felagið er farið í gjaldsteðg, men tað avsannar nevndarfomaðurin, Jógvan Sundstein, avgjørt.
Hann váttar tó, at tað gongur tungt hjá felagnum at fáa tað at mala runt. Ymsir trupulleikar hava verið, og tað seinasta var, at virkið lá stilt einar tríggjar vikur í heyst, tí vatnið var ov skitið til matframleiðslu.
Bíðað hevur verið eftir reinsiverki, og farið varð aftur til arbeiðis einaferð í november. Síðan var nógv arbeiði fram í móti jólum, sigur Jógvan Sundstein. Men enn hevur gólvið ikki verið vátt í nýggja árinum.
Lido Seafood varð upprunaliga ætlað at gera lidnar døgurðarættir til útlendska marknaðin.
Men slíkt er kostnaðarmikið at byggja upp, sigur Jógvan Sundstein, og tá búskapurin koyrir tungt frammanundan, er ikki ráðiligt at brúka ov nógva tíð og pengar up á at »eksperimentera«, sum hann tekur til.
Tí valdu tey heldur at leggja seg eftir vanligari flakaframleiðslu, har alt varð fryst. Soleiðis fyri at royna at leggja botn og vinna eitt sindur av pengum, sum so møgulig kunnu brúkast til upprunaligu ætlaninar.
Virkið er tó útgjørt til tað, sum upprunaliga var ætlað, og verða ráð til tað, verður ivaleyst roynt aftur, sigur nevndarformaðurin.










