Tungt hjá Heina

Heini Hanusarson fekk trý mál, men tað var ikki nóg mikið hjá Team Midtsjælland, tá teir um vikuskiftið royndu seg ímóti Team Helsinge í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Endaliga úrslitið av dystinum var 30-25 til Helsinge, sum við hesum stríddi seg upp um TMS á stigatalvuni, tó at tað bert er málmunurin, sum ger hetta av. Høvdu Heini og teir vunnið dystin, hevði stigatalvan helst sæð nakað ljósari út, men har er so ikki stórt annað at gera, enn at halda á fram við stríðinum.
Sjálvur verður Heini tó ikki partur av øllum hesum. Sum vit skrivaðu í leygardagsútgávu okkara, so flytir Heini til Føroya um ársskiftið, og verður hann tí partur av liðnum hjá Neistanum í endaspælinum.