Tað er ikki so lætt at skriva lættan tekst. Tí skipa Skúlabókagrunnurin og Bókadeildin fyri skeiði í at skriva lættlesiligan tekst til børn. Forløgini greiða frá, at hetta við at skriva lættlisnan tekst er eitt serligt handverk, ikki minst í sambandi við fyrstu lesingina.
Á skeiðinum fara lesifrøðingar at greiða frá, hvat lættlesiligur tekstur er, og hvat høvundurin skal hugsa um, tá hann skrivar lættlisnan tekst. Eisini fer Lydia Didriksen, lærari, skúlabókavørður og rithøvundur, at greiða frá tilgongdini frá handriti til lidna bók.
Hetta eru somu forløg, sum geva út sonevndar krabbabøkur, ið eru lættlisnar bøkur til børn og ung. Síðani 2008 eru 45 krabbabøkur komnar út í sjey torleikastigum. Og í 2010 koma 28 krabbabøkur út. Flestu bøkurnar eru týddar, men ætlanin er at framleiða fleiri upprunaføroyskar bøkur eisini.
Forløgini siga, at skeiðið verður í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum 14. apríl klokkan 13-16. Freistin at tekna seg er 26. mars, og luttøkan er avmarkað. Skeiðið er ókeypis, og áhugað kunnu venda sær til forløgini.