Tungt arbeiði at rudda bátahylin

Fyri sløkum mánaði síðani boðaði Kvívíkar kommuna frá, at trupult var at sleppa inn í bátahylin í bygdini

Snorri Brend

Orsøkin til hetta var, at tann stoypti parturin av brim­garð­i­num var brotnaður og kopp­aður inn í sjálva inn­sigl­ing­ina.

Hetta førdi við sær, at tað slepst best inn í bátahylin á flóð, meðan bátar, ið eru ó­kunn­ugir við umstøðurnar í báta­hyl­inum í Kvívík, áttu at ver­ið meiri ansnir.

– Vit valdu tá at gera vart við hetta. Vit hugsaðu tá mest um bát­ar, sum vóru á veg til báta­stevn­una í Vestmanna, so teir ikki komu inn higar ut­tan at vita av nøkrum, sig­ur Dánjal Petur Müller, borg­ar­stjóri.

Síðani hevur verið arbeitt við at kanna, hvussu ein kann koma hesum trupulleikanum til lívs. Hetta er ikki bara sum at siga tað, tí tann stóri garð­urin vigar rættiliga nógv – helst upp í móti 30 tonsum.

Sum skilst er ætlanin at gera ein part av upp­rudd­ing­i­ni í ár, í summar helst. Men talan er um eitt stórt og tungt arbeiði, sum má gerast við skipi og froskmanni.

– Vit arbeiða við ymiskum loysn­um, sigur hann.