Tungolja er einasta  og seinasta  vónin

Nú oljan er vorðin so dýr, fer hon avstað við eini 40% av landingarvirðinum - og tað gongur ikki í longdini

Rækjuvinna

Tá ið Havborg kemur aftur av Grand Bank, verður lagt um til tungolju, nevniliga ta tyngstu oljuna.
Avtala er gjørd við Skipasmiðjuna á Skála um tað, sum gerast skal og maður, sum starvast hjá verksmiðjuni, ið hevur framleitt maskinuna, hevur lagt teimum, sum skulu gera arbeiði, lag á.
Tungolja er seinasti  og einasti  møguleikin hjá reiðarínum til tess at bøta um rakstrargrundarlagið, nú oljan fer avstað við eini 40% av landingarvirðinum.
Arbeiðið at leggja um til veruliga tungolju kann gerast fyri ein líkinda pening, tí maskinan er upprunaliga bygd soleiðis, at leggjast kann um til hesa olju.
Við umleggingini, sum helst fer at kosta einar tvær miljónir krónur, er væntandi, at skipið fer at spara eini 40% í oljuútreiðslunum.

Tungolja vanlig
Flest øll stór skip kring um heimin sigla við tí tyngstu oljuni, eisini russisku skipini, sum vanliga liggja í Nólsoyarfirði.
Tí er tað púra burtur við at halda, at tað verður okkara fiskiskipafloti, sum fer at dálka umhvørvið fyri tann skuld, um nøkur fá skip leggja um til tungolju.
Sum skilst, eru trý sløg av olju; tann vanliga, sum skipini brúka, olja sum er tung, men ikki tyngst og síðan tann tyngsta oljan.
Sosialurin hevur skilt, at tey reiðaríir, sum ætla at byggja maskinurnar um til tunga olju, hugsa meira um ta hálv-tungu oljuna, tí tað er dýrt at byggja maskinurnar um, tá ið tær upprunaliga ikki eru bygdar til umbyggingar.
Maskinan umborð á Havborg er sum nevnt bygd til umbyggingar, og tí arbeiða leirvíkingar við at leggja um til ta tyngstu  og bíligastu  oljuna.