Tungmálmsjólini hildin í Perluni

Gott lív var í Perluni, tá Upp Við Hornunum skipaði fyri fjølbroyttum jólamálmi í Perluni.

Gott lív var í Perluni, tá Upp Við Hornunum skipaði fyri jólamálmi í Perluni. Hóast bólkarnir vóru ymiskir, tá tað snúði seg um slag av málmi, royndir og góðsku, so var alla tíðina gott lív í.

Asyllex úr Suðri fingu okkum eldru áskoðarar at kenna okkum heilt nostalgiskar. Ikki nokk við at teirra málmur er í stíli gamal treskimálmur, við íblástri frá Megadeth og Metallica, nei bólkurin heiðraði eisini Metallica, við at spæla tvey løg hjá teimum. Hetta var í sambandi við, at Metallica trummarin Lars Ulrich fylti 50 ár í gjár. Tað kendist heilt stuttligt, at hoyra teir spæla Metallica lagið “For Whom The Bells Toll”, ið plagdi at vera fastur á spæliskránni, hjá fyrsta føroyska ordiliga tungmálmsbólkinum, ið gjørdi vart við seg, Panic.

Iron Lungs er nýggjur bólkur av Skálafjørinum, teir spældu millum annað sína egnu útgávu av Drotningavitjan hjá 200. Rock n' Rolls Royce spældu harðan ballingarrokk, og hóast manningin telir limir úr Hamferð og øðrum seriøsum bólkum, so er hetta ein skemtiligur bólkur, har serliga sangrøddirnar eru merkisverdar.

The Happening av Skálafjørðinum spældu sín Motorhead íblásta rokk við orku og broddi.

Tveir teir síðstu bólkarnir eru millum bestu føroysku tungmálmsbólkar í løtuni, og mugu Reduced to Ash og Earth Divide vera millum favorittarnir at vinna Wacken Metal Battle komandi ár.