Tungan dýr á Toftum í dag

Fýra trolbátar, trý línuskip og nakrir útróðrarbátar seldu á Fiskamarkaðinum í dag, og prísurin var sum heild heldur lægri, enn hann hevur verið í seinastuni. 

 

Línuskipini høvdu mest av toski og hýsu, og trolbátarnir høvdu mest av havtasku. Av toski var mest av stødd III, sum fór fyri 15,27 krónur fyri kilo, og hýsa II, sum mest var av, fekk meðalprísin 10,81 krónur. 

 

Trolbátarnir høvdu góð 20 tons av havtasku, og hon fór fyri góðar 33 krónur fyri kilo. Ein av trolbátunum hevði góð 300 kilo av tungu og vildi hava 30 krónur fyri hana, men tað vísti seg, at hann fekk heilar 56 krónur fyri kilo. 

 

Sum skilst hevur lítil og eingin tunga verið á føroyska marknaðinum í longri tíð.