Tung tøk at fáa javnvág á fíggjarlógina

Búskaparráðið mælir til breiðari skattagrundarlag og brúkaragjald á fleiri almennar tænastur enn hingartil. Og hóast búskaparliga gongdin er um at venda, skulu tung tøk takast, fyri at náa politiska málið um javnvág á fíggjarlógini í 2015.

Alt var ikki tann reina neyð og elendigheit, tá Búskaparráðið í gjáramorgunin legði hálvárligu frágreiðing sína fram.
Innleiðandi verður staðfest, at búskapurin er um at venda frá afturgongd til framgongd.
- Vit síggja tað á arbeiðsloysistølunum, sum eru minkandi og á MVG-tølunum, sum kvinka uppeftir. Eisini innan fiskivinnuna eru glottar at hóma, tí meðan fiskiskapurin hevur verið rímiliga støðugur, hevur prísurin verið lágur. Men eisini á hesum økinum síggja vit framgongd, eins og lønarútgjaldingarnar innan fiskivinnuna kvinka uppeftir, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaðparráðnum.
Hetta bøtir sjálvandi um støðuna, men tað skulu kortini tung og umfevnandi tiltøk setast í verk fyri at náa politiska málinum um javnvág á fíggjarlógini 2015.
- Sjálvt við verandi útreiðslukarmi má roknast við 2% hækking í almennu útreiðslunum um árið, ið kemst av vanligari inflatión. Men neyðugt verður at skarva 750 milliónir av útreiðslunum ella vaksa um inntøkurnar, og tað merkir at 150 milliónir skulu finnast um árið komandi fimm árini, sigur Thomas Dam.
Og tað verður neyðugt at hyggja eftir bæði útreiðslunum og inntøkunum.
- Politiskt verður neyðugt at arbeiða á tveimum frontum. Á aðru síðuni má hyggjast nærri at, hvussu inntøkurnar kunnu vaksa, og á hinari síðuni, hvussu útreiðslunar kunnu tálmast, sigur Thomas Dam.

Øking og sparing
Ein av uppgávunum hjá politikarunum verður, at stimbra um búskaparvøksturin, tí skjótari búskapurin veksur, størri verða inntøkurnar til landskassan.
- Tá vit tosa um inntøkur hevur fyri stuttum verið frammi, at marginalskatturin á lønarinntøkunum hjá okkum er hin hægsti í heiminum, so tað verður trupult at fáa meiri inn tann vegin. Tí verða vit noydd til at finna aðrar inntøkumøguleikar, sigur Thomas Dam.
Búskaparráðið hevur áður víst á nakrar møguleikar at økja um inntøkurnar.
- Vit vístu til dømis í vár á tilfeingisgjald til fiskivinnu og alivinnu, sum longu í ein ávísan mun finst í oljuvinnuni. Vit vístu eisini á bústaðarskatt í vár, og nú hava vit so nevnt umhvørvisskatt av ymsum slag eins og møgulikan fyri brúkaragjøglum á aðrar almennar tænastur enn vit kenna til í dag, sigur Thomas Dam.
Men tað verður eisini nyðugt við sparingum.
- Tað mugu gerast stórar sparingar í almenna sektorinum, og tí halda vit ikki tað er haldgott amboð, bara at nýta grassláimaskinuna at taka av játtanum til stovnar uttan at taka støðu til, hvørja uppgávu stovnurin skal loysa, sigur Thomas Dam.
Stóra uppgávan hjá politikarunum verður tí at finna fram til, hvat tað er fyri eitt samfelag, vit vilja hava.
- Teir mugu finna fram til, hvørjar tænastur skulu veitast borgarunum, og hvørjar tænastur vit í minni mun skulu hava. Tí við so stórum sparingum verður tænastustøðið ávirkað, og tí mugu vit gera okkum greitt, hvat tað er fyri vælferðarsamfelag, vit skulu hava, sigur Thomas Dam.
Sindur bjartskygdari
Búskaparráðið sigur í sínari frágreiðing, at neyðugt er við trúvirði.
- Politiskt má meldast út, hvussu ætlanin er at fáa alt hallið burtur. Fíggjarætlanin fyri 2011 er løgd fram, sum vísir nakrar sparingar og eina tillaging, men enn er langt eftir á mál, og skulu vit sum borgarar og vinnulív føla okkum trygg í, at tað politiskt er tak á støðuni og ein greið ætlan, hvussu vit náa á mál, so má tann ætlanin meldast út, sigur Thomas Dam.
Serliga trý øki tyngja fíggjarlógina, og øll trý eru mest sum eksploderað seinstu árini. Talan er um heilsu-, almanna- og undirvísingarøkið.
- Skulu sparingar gerast, sum muna, verður neyðugt at hyggja eftir hesum økjunum, sigur Thomas Dam.
Hann heldur ikki, at hendan frágreiðingin er meiri bjargskygd ella meira dapurtskygd, enn undanfarnu frágreiðingarnar.
- Í fjør heyst, tá vit komu við okkara fyrstu frágreiðing, vístu vit á, at hallið hjá landskassanum er stóri trupulleikin í føroyska búskapinum. Tað, sum vit so gjørdu í vár, var at koma við nøkrum tilmælum, serliga á tí vinnuliga økinum, meðan vit hesaferð hava vent eyguni móti tí almenna partinum, sigur Thomas Dam.
Tíðin er gingin, og búskapurin er sjálvur við at venda, so í so máta eru útlitini meiri bjargskygd.

Greiðari býti
Tilmælini, sum Búskaparráðið kemur við, eru rímiliga runt orðað, og tó.
- Onkur av okkara tilmælum eru rættiliga ítøkilig, tó at vit ikki hava sett upphæddir á. Okkara uppgáva er at verða ráðgevandi, og tað gera vit við at fylgja við búskapinum og koma við tilmælum um, hvør leið er gongd at fara, og tað heva vit eisini gjørt í hesum førinum, sigur Thomas Dam.
Hann sigur, at summi av tilmælunum krevja eitt ávíst kanningararbeiði, áðrenn til ber at siga, hvussu tilmælið verður sett í verk.
- Tað hava vit sum ráð ikki møguleikar til at kanna, men vit vísa á, hvar tað er ráðiligt at grípa inn, sigur Thomas Dam.
Heldur ikki í tilmælinumum størri eindir innan tað almenna verður ítøkiliga víst á, hvat tað ber til at leggja saman.
- Vit hava víst á eina samanlegging innan KT-økið, har eitt ávíst arbeiði longu nú fer fram, og tað finnast eisini onnur øki, har til ber at seta fólk saman fyri at fáa eina meira effektiva eind, sigur Thomas Dam.
Eisini heldur Búskaparráðið, at týðiligari skilnaður eigur at vera millum ábyrgdarrøkini hjá landi og kommunum.
- Tað er neyðugt við einum greiðari uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur, tí tað er ógreitt sum er, tá tað kemur til skúlaøkið og eldraøkið. Tað verður eisini neyðugt at fáa greiðar karmar inan játtanarskipanina, eins og landið hevur gjørt, sigur Thomas Dam.
Slíkir játtanarkarmar fimm ár fram er gott politiskt amboð, fyri at kunna gera nakrar langtíðar ætlanir.
- Men tað er neyðugt, at kommunurnar verða tiknar við, so samljóð er millum land og kommunur. Tað hjálpir so lítið, um landið vil spara, meðan kommunurnar koyra við fullari ferð, ella umvent, sigur Thomas Dam.