Tung byrða

Simone J hjá Skipafelagnum flutti týsmorgunin rampuna til nýggju Norrønu av Vestaru bryggju til Eystaru bryggju

BYGGING

Tað er bara sum at siga tað, at gera klárt at taka ímóti nýggju Norrønu. 10. apríl kemur nýggi stoltleikin í føroyska ferðaskipaflotanum á Havnina fyri fyrstu ferð, og allar árar verða settar í sjógv fyri at gera klárt at taka ímóti.
Týsmorgunin skuldi rampan flytast av Skipasmiðjuni yvir á Eystaru bryggju, har Norrøna og nýggja Suðuroyarskipið í framtíðini fara at leggja at.
Við Simone J, sum Skipafelagið hevur leigað, var rampan til nýggju Norrønu. Rampan kom í tveimum stykkum, ið hvørt vigaði fjøruti tons. Ein bjálki varð eisini lagdur nakað fyri, og hesin vigar 30 tons. Sostatt vigar rampan við bjálka 110 tons í alt.
Tað er Pihl og Søn, sum ger arbeiðið á Eystaru bryggju í sambandi við nýggju atløgubrúnna. Rampuna hevur Tórshavnar Skipasmiðja staðið fyri at gera.
Nýggja rampan kann nýtast til nýggju Norrønu, Smyril og til nýggja Suðuroyarskipið, tá eftir ætlan fer undir sína sigling millum Suðuroynna og høvuðsstaðin á heysti í 2004. Ein skipan, ið nýtir hydralik, ger, at rampan kann setast alt riggast til tey ymsu skipini.
Sum tað eisini sæst á myndini, so er tað ikki bara sum at siga tað at fáa flutt tílíkt. Men hóast byrðan var tung, so verður latið væl at, og byggingin kann halda fram ótarnað.
Simone J er tað einasti skipið hjá Skipafelagnum, sum er tøkt til tílíkar uppgávur í løtuni, tí hini skipini jú eru rakt av verkfalli.
Á myndini sæst eisini, at stóri kranin hjá Tórshavnar Skipasmiðju eisini var komin fyri at hjálpa til.

Liðugt í summar
Havnameistarin hjá Tórshavnar havn, Jónsvein Lamhauge, sigur, at arbeiðið at gera klárt til nýggju Norrønu gongur sum tað skal.
?Tað verður ikki heilt liðugt alt, tá Norrøna kemur 10. apríl, men rampan er klár, og bilar fara at kunna koyra í land og umborð, sigur Jónsvein Lamhauge.
Tað er serliga asfalteringin, sum fer at mangla í 10. apríl, men hetta skuldi kortini ikki gjørt tað heilt stóra, heila havnameistarin.
Atløgubryggjan er bert ein partur av arbeiðinum í sambandi við at gera Eystaru bryggju klára til at taka ímóti nýggju Norrønu.
Ein stórur partur av bygninginum hjá Farstøðini, har Farmaleiðir hava hildið til, verður í løtuni tikin niður fyri at gera fleiri parkeringspláss.
Alt hetta verður heldur ikki liðugt 10. apríl, og tað er aftur serliga asfalteringin, ið ikki verður klár.
?Tá summarsiglingin fer at byrja, verður væntandi alt klárt, sigur Jónsvein Lamhauge.

3 tímar áðrenn
Nýggja Norrøna tekur upp ímóti míggjuhundrað bilar, men á Eystaru bryggju er bert pláss fyri umleið 250.
Og tað verða heldur ikki gjørd fleiri pláss. Ístaðin er ein ætlan gjørd, har bilar skulu koyrast umborð nakað væl áðrenn skipið fer.
?Vit ætla at byrja at koyra umborð einar tríggjar tímar áðrenn, og hetta er ríkiligt av tíð. Vit fara at lata fleiri lúkur upp, soleiðis at bilarnir verða avgreiddir skjótt, sigur Jónsvein Lamhauge.
Roknast kann ikki við fullum skipi hvørja ferð, men eftir hvat skilst er áhugin sera stórur fyri fyrsta túrinum, og tá fæst at síggja, hvussu nýggja skipanin fer at roynast, og hvussu raskir føroyingar eru at møta rættstundis og í góðari tíð.