Tunfiskaveiðan undir Føroyum í ár hevur verið eitt stórt vónbrot. Fýra japanskir bátar hava roynt eftir tunfiski, og teir hava bara fingið góð 51 tons tilsamans, og tað merkir, at stovnurin er ovfiskaður.
? Vit mæla frá at gera íløgur í tunfiskaveiðu í Føroyum, tí stovnurin er ovfiskaður, veiðitíðin er stutt og ógvuliga lítið er at fáa, sigur Guttormur Djurhuus, sum hevur verið vísindaligur eygleiðari av tunfiskaveiðu hjá Fiskirannsóknarstovuni hesi fimm árini, menn hava roynt eftir tunfiski.
Fyri fimm árum síðani vóru nógvir, sum høvdu ætlanir um at satsa uppá tunfiskin undir Føroyum. Landsstýrið fekk eini 25 umsóknir, har søkt varð um loyvi at veiða tunfisk.
Japanarar fingu loyvi at fara undir royndarveiðu fyrstu árini. Og tað hevur gingið javnt afturá hondina síðani. Seinastu tvey árini hevur veiðan verið so lítil, at ivasamt er, hvussu verður við henni komandi ár.
Ovfisking
Fyri tíggju árum síðani var tunfiskastovnurin ógvuliga væl fyri, men síðani er stovnurin hart fiskaður. Hetta hevur havt við sær, at tað nærum ikki loysir seg at royna eftir hesum fiskaslagnum.
Guttormur Djurhuus greiðir frá, at ein franskur serfrøðingur spáddi í 1993, at nú menn fóru at royna eftir tunfiski á eysturatlantiska stovninum, fór hann ikki at hóra undan.
? Og hesin spádómur hevur víst seg at vera rættur, sigur Guttormur, nú stovnurin ikki kastar nakað av sær.
Tveir føroyskir bátar hava roynt eftir tunfiski. Leitissteinur úr Hósvík og Ågot úr Klaksvík hava báðir havt ringar royndir við hesi veiðu, og teir hava valt ikki at halda fram.
Guttormur heldur, at vit framhaldandi skulu lata japanarar royna eftir tunfiski undir Føroyum. Teir royna vanliga á Hatton bankanum uttanfyri føroyska sjómarkið, og tí er tað lætt hjá teimum at sigla innum føroyska markið at royna eftir tunfiski. Soleiðis ber eisini til at hava eyguni við, hvussu gongdin hjá tunfiskastovninum er undir Føroyum.
Veiðitíðin er ógvuliga stutt. Bátarnir royna bara í føroyskum sjógvi í seinna helmingi av september og nakrar dagar í oktober. Tað er hesa tíðina, at tunfiskurin leggur leiðina norðureftir á bit, eftir at hann hevur gýtt suðuri í heitari sjógvi. Tunfiskurin er bara at finna suður ímóti bretska markinum.
Í ár er tað Fiskirannsóknarstovan sjálv, sum umsitur fiskiloyvini eftir tunfiski. Árini frammanundan eru tað privatir persónar og feløg, ið hava fingið loyvini frá landsstýrinum og hava síðani selt tey víðari við stórum persónligum vinningi. Eitt slíkt loyvi kostar 100.000 amerikanskar dollarar, so tað hevur loyst seg væl hjá peningaliga hjá summum at selja tunfiskaloyvi.