Tunfiskaroyndir undir Føroyum

Tvey japansk skip gera royndir eftir tunfiski undir Føroyum. Eygleiðarar frá Fiskirannsóknarstovuni eru umborð á báðum skipunum

Tvey japansk tunfiskaskip vóru í gjáramorgunin á Havnarvág eftir hvør sínum føroyskum eygleiðara, sum skuldu við til tess at fylgja við royndum, sum japanararnir fara at gera eftir tunfiski í føroyskum sjógvi.

Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknarstovuni, sigur, at umsókn er komin higar frá einum portugisiskum og einum føroyskum felag um at sleppa at gera royndir eftir tunfiski innan fyri føroyska sjómarkið.

Landsstýrið hevur játtað hesum umsóknum við teirri treyt, at føroyskir eygleiðarar verða við áðum skipunum, alla tíðina, royndirnar vara.

Enn er bara avtala gjørd um royndarveiðu í heyst, sigur Hjalti í Jákupsstovu.

Annars kenna føroyskir myndugleikar einki til ætlanina.

Hjalti í Jákupsstovu sigur, at hann, uttan at vita nakað vist, roknar við, at teir hava fylgt tunfiskinum norður at føroyska markinum og nú vilja sleppa at fiska inni á okkara øki.

Treytirnar, teimum eru settar, eru tær vanligu. Alt skal bókførast og latast eygleiðarunum. Fyri hvørja setu skal gevast upp veiðinøgd, positión o.s.fr.

Føroyingar hava fyrr verið við til slíkar royndir, men tað eydnaðist ikki serliga væl. Eisini hava vit havt eini tvey skip á tunfiskaveiðu, sigur Hjalti í Jákupsstovu, sum heldur ikki góvu nakað úrslit.

Men ynski hava verið um at taka royndirnar uppaftur, og tá nú hesar umsóknirnar komu, varð avgjørt at játta teimum.