Tunfiska - ævintýrið hjá føroyingum liðugt

? Fiskiskapurin hjá tunfiskaskipunum undir Føroyum er bara versnaður seinastu árini. Í ár er púra onki at fáa og nú haldi eg at tað er liðugt, sigur Guttormur Djurhuus, sum hevur verið vísindaligur eygleiðari við tunfiskaskipi øll árini

 

Tunfiskurin undir Føroyum verður ikki ta ævintýr, ið summi høvdu vónað.

Tvørturímóti tikist, sum um ævintýrið er liðugt, longu áðrenn tað er byrjað.

Tað er í hvussu so er niðurstøðan hjá Guttormi Djurhuus.

Fáur kennir meiri til fiskiskapin eftir tunfiski undir Føroyum, tí hann hevur øll fýra árini, tunfiskur er fiskaður undir Føroyum, verið vísindaligur eygleiðari umborð á tí eina av skipinum, tí japanska skipinum, Koei Maru 58.

Hann er júst farin nýggjan túr við skipinum fyri at fáa um endan á hesi vertíðini eisini.

Hann sigur, at eftir at hava fylgt við gongdini hesi seinastu árini, er hann komin til ta niðurstøðu, at tað er liðugt við tunfiska-fiskiskapinum undir Føroyum.

Hendan niðurstøðan er uttan iva eitt stórt vónbrot hjá mongum, tí tey eru ikki so fá, sum hava mett tann sera virðismikla tunfiskin sum eitt munandi íkast til vanliga fiskiskapin og samfelagsbúskapin sum heild.


Minkaður hvørt ár

Guttorm Djurhuus sigur, at úrslitið av fiskiskapinum eftir tunfiski undir Føroyum

vísir, at fiskiskapurin er minkaður í stórum á hvørjum ári, síðani vit fóru undir fiskiskapin undir Føroyum fyri fýra árum síðani.

?Skipið, sum eg havi verið við, fekk góð 100 tons í 1997, 61 tons í 1998, bara 38 tons í fjør og higartil í ár hevur tað ikki fingið meiri enn eitt hálvt tons.

Trý japansk skip hava fiskað tunfisk undir Føroyum hesi árini og tilsamans fingu tey 225,5 tons undir Føroyum í 1997, í 1998 fiskaðu tey 173,9 tons, í 1999 fingu tey ikki meiri enn 107,6 tons.

Men í ár hevur bara tað eina skipið, Koei Maru 58, verið undir Føroyum og tað hevur, sum sagt bara fingið 500 kilo.

Samstundis, sum nøgdin er minkað, hevur støddin á fiskinum eisini verið minkandi hvørt ár.

Tvey onnur skip fiska tunfisk undir Føroyum, Selnes av Tvøroyri og Leitisstein úr Hósvík.

Tað ber ikki til at fáa at vita, hvussu nógv tey skipini hava fiskað.

Men tað skilst, at hjá teimum hevur verið minst líka vánaligt sum hjá Koei Maru 58.

Tunfiskavertíðin undir Føroyum endar um mánaðarskiftið oktober, november.

? Sjálvandi kann eitt undur henda hendan síðsta mánaðin av vertíðini, sum kann pynta tølini í ár eitt sindur, sigur Guttormur Djurhuus.

? Men tað er onki, sum bendir á, at tað fer at hendir nøkur broyting hendan síðsta mánaðin verður, leggur hann afturat.

Í øllum førum væntar hann ikki, at fiskiskapurin í ár verður meiri enn helvtin av fiskiskapinum í fjør, í besta føri.


Stovnurin ovfiskaður

Guttormur Djurhuus sigur, at hann er sannførdur um, at gongdin undir Føroyum er ikki bara tilvildarligir munir í fiskiskapinum, sum kunnu koma fyri frá ári til ár.

?Afturgongdin hevur nú vart í fleiri ár á rað og eg ivist ikki í, at hetta er ein avleiðing av, at tunfiskastovnurin er ovfiskaður í so stóran mun, at tað nú er onki eftir.

Sostatt er hansara niðurstøða at tað er liðugt við tí føroyska tunfiskafiskiskapinum, í hvussu so er fyribils.

? Nær fiskiskapurin kann takast uppaftur, veldst um, hvussu skjótt stovnurin kann verða mentur aftur.

Guttormur Djurhuus sigur, at hetta samsvarar væl við niðurstøðuna hjá einum fronskum tunfiskaserfrøðingi, sum longu í 1995 segði, at blivu ikki tiltøk sett í verk beinanvegin fyri at verja stovnin, beyð honum ikki bøtir.

?Hóast hesar ávaringar, hendi onki, og avleiðingarnar síggja vit nú, sigur tann vísindaligi tunfiskaeygleiðarin hjá Fiskirannsóknarstovuni.

Higartil hevur fiskiskapurin undir Føroyum bara verið royndarfiskiskapur. Var tunfiskurin nakrantið nakað at byggja á, tá ið hann varð uppfiskaður á royndarstigi, longu áðrenn tann veruligi fisksikapurin byrjaði?

?Nú eru vit ikki teir einastu, sum fiska tunfisk. Tunfiskurin undir Føroyum er av tí eysturatlantiska stovnininum, sum gýtir í Miðjarðarhavinum og vestanfyri Afrika og sum síðani ferðast norðureftir og eisini kemur undir Føroyar.

Og hesin stovnurin verður rættiliga tráðroyndir, bæði av japanarum, portuguisarum, spaniólum italienarum og øðrum, sum fiska bæði við línu og við nót.

? Eitt nú verður rættiliga nógvur gýtingarfiskur fiskaður við nót í Miðjarðarhavinum.

? Tað einasta, sum vit hava gjørdu, tá ið vit fóru undir at fiska tunfisk, var at skumpa eitt lítið sindur eina óhepna gongd, sum langt síðani var byrjað.

Altjóða felagsskapurin, ICCAT, hevur átikið sær at umsita tunfiskin, men hann hevur heldur ikki megnað at varðveita stovnin, sigur Guttormur Djurhuus.

? Men so er tað eisini tað, at tunfiskurin er so ómetaliga virðismikil. Og ein stovnur, har fiskurin er upp í 500 krónur verdur fyri kilo, hevur dømt seg sjálvan til deyðis, tí tá verður royndin so hørð, sigur Guttormur Djurhuus.

Hann leggur afturat, at tann vánaligi fiskiskapurin er ikki bara undir Føroyum.

Støðan er tann sama alla aðrastaðni, bæði undir Íslandi, á Hattonbanka á Flemish Cap og aðrastaðni.

Men nú eru nakrir fáir fiskar fingnir suður av Munkagrunninum og tí fer Koei Maru 58 at royna einaferð enn.