Kaci Kullmann Five, forkvinna í nobelnevndini kunngjørdi fyri løtu síðani, at sonevnda tunesiska kvartettin fyri tjóðskaparligum samskifti fær friðarheiðursløn Nobels í ár.
Tunisiska kvartettin er arbeiðararørslan, handils- og vinnulívið, mannarættindafelagsskapir og advokatfelagið í Tunesia.
Nobelnevndin metir, at tunesiska kvartettin er grundarlagið undir góðu demokratisku tilgongdini, sum hevur verið í Tunesia, síðani Jasminkollveltingina í 2011. Demokratiska tilgongdin var um at steðga upp í 2013, men tá tók tunesiska kvartettin við og tryggjaði demokratiskt støðufesti og gav demokratisku tilgongdini møguleikan at halda á, millum annað gjøgnum eitt væleydnað, friðarligt val seinasta heyst, vísti Kaci Kullman Five á í kunngerðing síni.
Hon vísti á, at heiðurslønin er latin kvartettini í einum, ikki fýra einstøkum vinnarum.
Tunesiska kvartettin verður nevnd sum munurin á demokratisku tilgongdini í Tunesia í mun til grannalondini, sum eisini upplivdu kollveltingar í arabiska várinum, men har lítið er komið burtur úr, hvat demokratisering viðvíkur.
- Tunesiska kvartettin legði grundarlagið fyri friðarligum samskifti millum borgararnar, politiskar flokkar og myndugleikarnar. Demokratiska tilgongdin í Tunesia hevur víst, at tað ber til hjá islamskum og verðsligum rørslum at samstarva, tvørtur um politisk og religiøs mørk. Soleiðis sæð hevur tunesiska kvartettin trivið í aftur gomlu siðvenjurnar um friðarráðstevnur, sum Alfred Nobel nevnir í sínum testamenti, segði Kaci Kullman Five.
- Okkara vón er, at friðarheiðurslønin verður ein eggjan til tunesiska fólkið, sum hava megnað, hóast avbjóðingar, at leggja grundarlagið fyri tjóðskaparligum brøðralagi, samstundis sum, at hetta skal vísa vegin hjá øðrum fólkum í økinum, segði forkvinnan í nobelnevndini.
273 fólk vóru skotin upp at fáa friðarheiðursløn Nobels í ár.
Friðarheiðursløn Nobels er ein av fimm heiðurslønum, sum Alfred Nobel stovnsetti í sínum testamenti hin 27. novembur 1895. Vinnarin verður kunngjørdur fyrst í oktobur, meðan handanin er í Oslo 10. desembur, sum er dagurin tá Alfred Nobel doyði. Friðarheiðurslønin er einasta Nobelheiðurslønin, ið ikki verður latin í Svøríki.
Alfred Nobel setti trý krøv til hvør kundi fáa heiðurslønina, men vinnaranum tørvar einans uppfylla eitt teirra. Fyrsta kravið er at minka um hernaðarstyrkina, meðan annað kravið er at skipa fyri friðarráðstevnum. Triðja kravið er, at vinnarin skal hava skipað fyri sátt og semju millum tjóðir.
Heiðurslønin er eitt heiðursmerki, eitt skreytbræv og ein peningaupphædd, sum í 2014 var á leið 6,5 milliónir krónur.