Matstovan Rio Bravo í Havn bjóðar nú tunesiska bufett og nógv annað fyri sera góðan prís.
Tunesarin Mouldi Manai, sum flest allir føroyingar kenna, hevur í monga ár drivið matstovuvirksemi í Havn. Mouldi sigur, at tað hevur leingi verið eitt ynski at kunna bjóða tveimum fólkum at eta eina góða máltíð fyri undir 200 krónur, og tað er ein av orsøkunum til, at hann nú hevur valt at gera eina stóra tunesiska buffet.
Ókeypis til børn
Tað er ikki ofta, fyri ikki at siga ongantíð, at tað verður bjóðað nakað ókeypis, tá fólk fara út at eta, men Mouldi hevur tikið ta óvanligu avgerð, at tað sunnudagar er ókeypis at eta hjá børnum undir 12 ár og sum eru í fylgi við foreldrunum, men gerandisdagar fáa børnini ókeypis sodavatn.
Mouldi og hansara fólk hava fingið íblástur frá heimlandinum hjá Mouldi og dagliga leiðaranum Ben, Tunis, men bufettin er eisini sett saman við mati, sum fólk kanska kenna frá øðrum londum kring miðalhavið. Tað eru altíð eini 10-12 sløg av ymsum rættum í heitu grýtunum. Bufettin hevur eisini føroyskan fisk á skránni hvønn dag.
Serstaki tunesiski rætturin Couscous er á matarskránni fríggjadagar.
Tunesiska bufettin í Rio Bravo er opin bæði á døgurða og um kvøldið (kann eisini bíleggjast heim við). Bufettin kostar 95,- kr. bæði tíðarskeiðini.