Tunesia hevur dømt 41 jihadistar til deyðis

Eitt álop móti móti soldatum í 2014 elvdi til 41 deyðarevsingar. Men 39 av teimum dømdu islamistunum eru framvegis leysir.

Ein dómstólur í Tunesia hevur dømt 41 jihadistar til deyðis fyri eitt álop í 2014, sum kostaði 15 soldatum lívið. Bert tveir av teimum 41, sum vórðu dømdir til deyðis, eru nú í varðhaldi hjá myndugleikunum, sigur Sofiene Sliti, talsmaður hjá dómstólinum, sambært Ritzau. 

 

Hinir 39 eru ikki fangaðir enn. Samstundis hava teir dømdu samband við Islamiskan Stat, sigur talsmaðurin. Tunesiski dómstólurin dømir framvegis fólk til deyðis, hóast eingin er tikin av døgum síðani 1991. 

 

Álopið á tunesisku soldatarnar hendi við markið til Algeria í 2014, og var tað mest blóðugta álopið, sum tunesiski herurin hevur upplivað í friðartíð. 

 

Síðani landið varð kollvelt í 2010-2011, hevur Tunesia upplivað eitt økt tal av militantum álopum. Tíggjutals soldatar og løgreglufólk eru dripin, og minst 59 ferðafólk eru eisini dripin í álopum frá jihadistunum. 

 

Landið hevur verið í undantaksstøðu síðani november 2015, tá ein sjálvmorðsbumbumaður drap 12 limir í verjuni hjá forsetanum. Islamiskur statur tók ábyrgdina av hesum álopi. 

 

/ritzau/AFP