Tummas er føddur í suðuri Vági, men tá hann var 6 ára gamal, fekk faðir hansara starv í Oyndarfirði og búði hann har til hann fór til skips. Seinni fluttu tey til Klaksvíkar.
Hann er sonur Jóhonnu Katrinu f. Eliasen í Útistovu norðuri í Vági og Jens Wilhelm á Tjørn suðuri í Vági. Tummas er elst av fýra systkjum. Hann átti trýggjar systrar, og liva tær tvær enn. Rutt býr í Hósvík og Sanna býr í Kalundborg. Elsta systirin, Anna, var búsitandi í Ålborg og doyði fyri um einum ári síðani.
Í 1951 giftist Tummas við Margretu Fuglø av Viðareiði. Tey búsettu seg í Klaksvík, og eiga sonin, Jens, sum er giftur við Odmu Johannesen úr Leirvík, tey eru búsitandi í Bagsværd í Danmark.
Í nógv ár starvaðist Margreta sum sjúkrasystir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Eftir kríggið fór Tummas at smíðja við pápa sínum, og millum fakfólk verður hann roknaður sum ein hegnigur handverkari. Eitt tað seinasta arbeiðið, ið Tummas var við í, áðrenn hann legði frá sær 75 ára gamal, var restaureringin av Norðoya Fornminnisavni.
Tummas býr nú í Uppistovu á Norðoya Røktarheimi, har høvið verður at heilsa upp á hann føðingardagin millum klokkan 15.00 og 20.00.
Tummasi verður ynskt hjartaliga tillukku og Harrans signing á lívskvøldinum