Tummas T á beding í Havn

Seinastu vikuna hevur Tummas T hjá Varðanum í Gøtu staðið á bedingini hjá MEST í Havn.

Tummas T er komin í føroyska fiskiskipaflotan fyri Saksaberg. Skipið hevur ikki svartkjaftakvotu, men sleppur at fiska makrel og sild, tá tann tíðin kemur.

 

Seinastu vikuna hevur skipið staðið á bedingini hjá MEST í Havn, har zinkini eru skift, og botnurin er málaður. Skipið hevur soleiðis fingið ymiskt viðlíkahald.

 

Dávid Jacobsen hjá Varðanum í Gøtu sigur, at Tummas T helst fer av aftur bedingini, tá henda vikan fer at halla.

 

- Síðan verður bíðað, til makrel-og sildavertíðin byrjar.

 

Hann sigur, at um skipið seinni sleppur at fiska svartkjaft, veldst um, hvussu tað fer at gangast hjá hinum skipunum hjá reiðarínum at fiska sína svartkjaftakvotu.

 

in.fo hevur eisini spurt Dávid Jacobsen um hini skipini hjá Varðanum, sum í løtuni eru á svartkjaftaveiði á Munkagrunninum.

 

Tað frætta okkara lesarar um seinni í kvøld.