Tummas skal leiða Huxa

Tað verður Tummas Jóhan í Djónastovu sum næstu mánaðirnar skal standa á odda fyri Huxa, ið er ungmannafelagið hjá Fólkaflokkinum. Tað er greitt, eftir at nevndin hevur skipað seg eftir aðalfundin hjá felagnum um vikuskiftið.


Nevndin er skipað við fimm limum, ið allir eru mannfólk. Umframt formannin, so er nevndin mannað við Beinir Johannesen, býráðslimur í Klaksvík og nú næstformaður í Huxa, Jóhan Djurholm, kassameistari, Jákup Oluf á Lakjuni, skrivari, og Jónas Højgaard, nevndarlimur. Eykalimir í nevndini eru Rakul S. Fredriksberg og Arnbjørn E. Justesen.


Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum boðar felagið frá, at tey fara at føra eina konservativa kós.


- Nýggja nevndin í Huxa fer at arbeiða fyri einum virknum, konservativum ungdómspolitikki, og er nevndin m.a. samd um at arbeiða fyri at forða fríari fosturtøku. Nevndin ætlar eisini at viðgera týðandi samfelagsspurningar, sum fiskivinnu og bústaðartrupulleikar og annað, skrivar felagið.