Neistin hevur gjørt avtalu við tveir nýggjar leikarar, sum skulu styrkja um hópin restina av kappingarárinum. Talan er um tveir leikarar, sum skapa tvey bróðurpør á liðnum. Tummas Pauli Hanusarson, sum er beiggi Heina Hanusarson, skiftir til felagið úr danska Ajax, meðan Daniel Hansson, sum er beiggi Finn Hansson, kemur úr íslendska felagnum FH.
Tað hevur ikki júst gingið eftir vild hjá Neistanum í ár, hóast teir framvegis eru væl við í stríðnum um at koma í FM-finaluna. Teir liggja nevniliga javnir á 2. plássi í Atlantic Airways-deildini saman VÍF - bæði liðini hava 15 stig.
Nógvir skaðar hava darvað Neistan í ár, og nú Josef Abrahamsen fyribils eisini er burturstaddur, verða hesir báðir nýggju leikararnir helst ætlaðir at viga upp ímóti ella styrkja um hópin.
Tummas Pauli Hanusarson er 22 ára gamal vinstri bakkur, sum fyri tað mesta hevur leikt við Kyndli, men seinastu tíðina hevur verið partur av danska felagnum Ajax, har stóribróður hansara, Heini, eisini spældi eitt skifti. Daniel Hansson, sum er vongspælari, fekk ikki nøktandi av leiktíð í FH í Íslandi, og kemur nú at royna seg í Neistanum.
Enn bíðar Neistin eftir leikaraloyvunum, men væntað verður, at hetta kemur í rættlag, og eru teir báðir byrjaðir at venja við nýggju liðfeløgunum.










