Týsdagin 26. november vardi Tummas Napoleon Arge ph.d.-ritgerð sína á DTU Physics.
Ritgerðin kallast: “Squeezed light generation on thin film lithium niobate”, skrivar gransking.fo.
Í stuttum snýr ritgerðin seg um, hvussu mann framleiðir klemt ljós á einari flís av tunnfilms lithiumniobat (eitt syntetiskt krystal).
Tobias Gehring, lektari á DTU Physics, hevur verið høvuðsvegleiðari í ph.d.-arbeiðnum.
Ulrik L. Andersen, professari og Jonas S. Neergaard-Nielsen, lektari, báðir á DTU Physics, hava verið hjávegleiðarar.
Í metingarnevndini vóru
Mikkel Heuck, seniorgranskari á DTU Electro
Alberto Politi, Associate Professor á University of Southampton
Harald Herrmann, Lecturer á Paderborn University
Alexander Huck, lektari á DTU Physics, leiddi verjuna.
Verjnan gekk sera væl.
Samandráttur av arbeiðinum
Ein mikroskopisk kelda til klemt ljós slóðar fyri stórum og fløktum kvantuoptikkroyndum við at brúka ein sentimetur-skala-flís (chip), sum kann hjálpa til at nýta kraftina í kvantufysikkini.
Óvissumeginreglan (uncertainty principle) hjá Heisenbergs sigur, at óvissan um amplitudu og fasu av ljósi er tengd at hvørjum øðrum. Ein avleiðing av hesi kvantuteoriini er, at tað eru sveiggj í el- og magnetfeltum, sjálvt í vakuum. Klemmað ljós er ljós, sum hevur eina óvissu, sum er lægri enn vakuum.
Klemmað ljóð kann nýtast til kvantuføling, kvantusamskifti og kvantuteldur. Av tí at óvissan á ljósinum er lág, kann klemt ljós nýtast í staðin fyri ljós frá lasarum til at gera meira neyvar mátingar. Kroyst ljós kann eisini nýtast sum tilfeingi til at økja um sendilongd og gera eitt tryggjari samskifti enn tað er gjørligt klassiskt.
Kvantiteldur eru teldur, sum kunnu gera útrokningar sum ikki eru gjørligar við vanligum teldum. Hetta kann vera neyvar simuleringar av evnafrøði, at bróta kryptering og at loysa trupulleikar í optimering. Klemmað ljós er eitt týdningarmikið tilfeingi til at gera eina kvantuteldu við ljósi.
Royndir við ljósi verða bygdar við at nýta eina ikki-klassiska ljóskeldu, interferometriskar rásir og detektorar. Vanliga verður hetta gjørt við speglum, linsum, krystallum og øðrum lutum. Hetta tekur nógv pláss, umframt at hvør og ein lutur í uppstillingini leggur eina einstaka fasu afturat ljósinum. Integrerað fotonikkur er eitt lovandi alternativ, har allir lutirnir verða koyrdir á ein flís. Harvið verður ein roynd í borðstødd umskapað til eina flís í sentimeturstødd. Av tí at alt er á einari flís, sleppur man undan trupulleikanum við fasu av ljósi.
Henda ritgerð umrøður, hvussu man framleiðir klemt ljós á einari flís av tunnfilms lithium niobat. Høvuðsúrslitið av ritgerðini eru royndir, har keldur av kroystum ljósi har ein nýggjur háttur verður nýttur til at javnmeta rørslumongdina, sum krevur færri framleiðslustig og er lættari at framleiða. Tað kroysta ljósið hevur lægri óvissu enn tað, sum áður er víst við tunnfilms lithium niobat. At enda ger ritgerðin snið til klemmaðar ljóskeldur við høgum effektiviteti og letur dyrnar upp fyri tólum, sum framleiða ljós, sum kann nýtast til feiltolerant kvantuteldur, umframt nýggj framstig í kvantuføling og kvantusamskifti.
Hetta skrivar gransking.fo.
Sí fakliga vangan hjá Tummas Napoleon Arge
Á myndini er Tummas Napoleon Arge i í miðjuni saman við vegleiðarum og metingarfólkum.