ÍF ? Fleyr 1 ? 3 (20 ? 25, 16 ?25, 26-24, 25-20)
Flogbóltur
menn
ÍF hevur higartil haft eitt gott kappingarár og vann millum annað 3-0 á Fleyr í fyrsta dystinum í Havn, so tað vóru fá sum roknaðu við, at Fleyr fór at gera um seg á Kambsdali. Men eftir dystartølunum higartil, skal ein ongantíð undirmeta havnarliðið.
Fyri fáum vikum síðani tóku teir øll á bóli við at vinna á Fram, og hetta viðførdi, at Fram tapti tríggjar dystir á rað, so spennandi verður at síggja um ÍF fær somu lagnu.
Klæmint góðar servur
Fleyr kom best frá byrjan í dystinum og vann bæði tey fyrstu settini ávikavist 25-20 og heili 25-16, og var hetta millum annað við stórum servutrýsti frá Klæminti Isaksen, Fleyr, men Fleyr vísti í hesum settinum eisini, at liðið gott kann leika góðan flogbólt.
Eisini høvdu Fleyr leikararnir lagt seg eftir at leika nógv miðjuálop, soleiðis at Steinar Eiriksson og Janus úr Dímun høvdu góðar dagar.
Hjá ÍF gekst minni gott, og serliga vóru tað Boban og Bartal Eliassen, sum ikki fingu smash síni at koyra líka væl, sum t.d. tá teir leiktu ímóti Fram fyri tveimum vikum síðani. Nógv av smashunum endaðu uttanfyri, og hetta skyldast kanska eisini at samanspælið millum teir og hevaran Bjarna Joensen, ikki virkaði eins væl og ímóti Fram.
ÍF við aftur
Men ÍF kom væl við aftur í triðja setti. Betur gekst í verjupartinum, og ein kendi ÍF liðið aftur, við sínum góða verjuleiki, har eitt av sereyðkennunum er, at tað er næstan ómøguligt at sláa bóltin í gólvið. Men eisini hetta settið mundi ÍF mist á gólvið, tí hóast ÍF hevði ført meginpartin av settinum, so megnaði Fleyr at koma upp á 24-24, tá so Steinar Eirkikstoft kikasaði eina servu í undirkantin á netinum, og sostatt kom ÍF á odda 25-24 og vann eisini næsta bóltin og harvið settið 26-24.
Tummas Óli vendi øllum
Fuglfirðingarnir fingu nú blóð upp á tonna og herjaðu á aftur í 4. setti, har teir sleptu í triðja. Teir komu á odda heili 16-8, og var hetta serliga eftir góðar servur frá millum annað Kenneth Neshamar, sum servaði frá 5 upp á 11 og frá Boban, sum servaði frá 11 upp á 16.
Men við støðuna 14-8 til ÍF skifti Fleyr hevara, soleiðis at Jákup Villiam Sivertsen, - sum higartil hevði leikt sera væl ? fór út, og veteranurin Tummas Óli Mortensen kom inn at heva. Og hetta var gulleggið í dystinum. Við sínum drúgvu royndum eydnaðist tað Tummas Óla at venda dystinum, soleiðis at Fleyr vann settið 25-20, harav tað til seinast eydnaðist honum í einum einmansblokki at støðga jugoslavanum Boban í seinasta bóltinum, soleiðis at tað enn einferð kundi prógvast, at Fleyr ikki skal avskrivast í dystinum um heiðursmerkini.
Fleyr skal komandi vikuskifti leika ímóti Mjølni í Havn, so spennandi verður at síggja, um havnarliðið enn einaferð tekur øll á bóli.
Um dystin
Klæmint Isaksen, Fleyr
- Vit brúktu somu uppskrift, sum tá vit leiktu ímóti Fram, og harumframt hava vit fingið størri ró og breidd á liðið nú. Í verjupartinum brúktu vit Jan Hentze sum libero, og kom hann inn fyri Andrass Jógvansson og Janus úr Dímum. Hetta gjørdi t.d., at Andrass og Janus bert skuldi hugsa um álopspartin, og tí komu teir sera væl frá. Og at hava ein hevara sum Tummas Óla at taka til, er frálíkt.