Tummas Lervig: Vit hava ein møguleika móti Molde

Við norska blaðið, VG sigur KÍ-formaðurin, at tað er surrealistiskt, at KÍ hevur trekt Molde hesaferð

Klokkan 19.45 í kvøld verður stórdystur millum KÍ og Molde í triðja undanumfarinum í Champions League.

 

- Vit óttast ongan. Møguleikin móti Molde er altíð til staðar. Vit hava prógvað, at vit kunnu standa okkum móti stórum liðum. Vit kunnu sláa Molde út úr kappingini.

 

Soleiðis málber KÍ-formaðurin, Tummas Lervig seg í samrøðu við størsta miðilin í Noregi, VG (Verdens Gang).

 

Tummas sigur við VG, at mongu peningarnir KÍ fær sum inntøku í evropeisku kappingunum fer ikki at broyta KÍ sum fótbóltsfelag.

 

Tummas heldur fyri, at tað er surrealistiskt, at KÍ hevur trekt Molde hesaferð,

 

HER  ber til at lesa greinina hjá VG. 

 

Hóast Tummas er ein vanligur fótbóltsfelagsformaður, so verður hann nevndur presidentur (forseti) í greinini hjá VG. 

 

Kringvarpið vísir dystin millum KÍ og Molde í sjónvarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. Bæði byrja sínar sendingar umleið klokkan 19.30.