Tummas Hans hevur økt fyri AB

Stutt undan leiklok fekk AB fríspark uttanfyri brotsteigin ímóti Skála. Eitt heldur vánaligt fríspark bleiv sent inn í feltið, og bólturin bleiv skallaður út aftur til Bjarna Jørgensen. Hesin lyfti bóltin inn aftur í brotsteigin, har Tummas Hans Rubeksen stóð púra leysur og skoraði til 2-0.

 

Sostatt er AB á sigurskós í botndystinum á Skála.