Skráin fyri Gomul jól í Heiðunum heldur fram í dag.
Í tjaldinum á økinum syngur og spælir Tummas Eivind jólasangir klokkan 17.30.
Á neystaloftinum verður ítriv klokkan 18, og tá verður klipt og límað, eins og figurballónir verða blástar. Her verður eisini andlitsmáling.
Á økinum er djóragarður, har livandi dunnur, gæs og kalkunir eru at síggja, og her er eisini skipað eitt spælipláss.
Skráin fyri onnur tiltøk, sum eisini eru á økinum í dag, nú Gomul jól eru í Heiðunum, kann lesast á www.runavik.fo










