Bólkurin Tummas Eivind & Hans Arni hava júst útgivið sína fyrstu fløgu. Talan er um eina EP sum er 6 sangir.
Fløgan kallast "Happy Road" og talan er um glaðan og lættan poptónleik.
- Okkara søga er vit eru tveir vinmenn sum hava spælt saman leingi men hava aldrin droymt um at skula útgeva nakað. Men so tóku vit støðu til at melda okkum til Sement kappingina, sum var í 2015. Har komu vit í finaluna, og tað gav okkum íblástur og dirvi at fara víðari við okkara tónleiki, sigur Hans Arni Saltá