Tað eru nú mong ár síðani, at Arni G jagstraði tulipanærina á skutara runt í Havnini. Býarmyndin var so eyðkend og trupulleikin so stórur, at tað endaði við, at Harkaliðið og landið alt sang um Tulipanærina.
Í Havn vassa vit ikki dagliga í lambalorti, hóast seyðurin til tíðir er til stóran ampa undir Kongavarða á Argjum, serliga tá hann leitar seg føði á smáu grasplenunum og urtapottunum frammanfyri nýggju húsunum.
Men aðrastaðni í kommununi er trupulleikin sera sjónligur. Poula Hansen rekur eitt politiskt stríð fyri at fáa sparlarnar burtur úr túnunum í Nólsoy, og í Kollafirði eru tey við at sálast , tí einki fær frið fyri seyðinum.
Nú sá eg í onkrum blaði, at støðan ikki er petti frægari á Velbastað, har ynski eisini er frammi um, at urtagarðarnir verða friðaðir og túnini sparlafrí.
Tá ið nú hetta er til so stóran trega nógvastaðni í kommununi, átti tað í hesum trivnaðartíðum at borið til at raðfest vetrarfriðingina eitt sindur hægri.