Tukuma Arctica fert tveir smærri snuddir, tá skipið sleit frá bryggju um eitt tíðina leygarnáttina.
Tað gekk væl at fáa lagt skipið at aftur, sigur vakthavandi á Tórshavnar havn, og skipið er síðani kannað.
Kanningarnar staðfestu, at skipið hevði bert fingið tveir smáar skaðar oman fyri vatngangin, sum longu eru umvældir, sigur vakthavandi, og roknað verður við, at skipið hevur fingið skaðarnar av at taka í bryggjukantin, tí bryggjukanturin hevur eisini fingið ein lítlan skaða.
Talan er um bryggjukantin, sum arbeitt verður á í løtuni.
Tukuma Arctica er liðugt lossað, og tá lagt verður frá landi, leggur nýggi Brúarfoss.
[rættað 09:50. Greinin segði áður, at Royal Arctic Line eigur Brúarfoss og Dettifoss]