Tuchel stendur nú á odda fyri Chelsea

Thomas Tuchel er settur sum nýggjur venjari hjá Chelsea

Í gjár boðaði enska felagið Chelsea frá, at venjarin seinastu 18 mánaðirnar, Frank Lampard, varð sagdur úr starvi.

Í kvøld hevur felagið so váttað gitingarnar um, at tað verður týski Thomas Tuchel, ið tekur við venjarastarvinum í felagnum. Tuchel hevur áður vant Boroussia Dortmund og seinnu árini franska meistarafelagið Paris Saint Germain.

Hann hevur fyribils fingið ein sáttmála, ið er galdandi fram til á sumri 2022 við møguleika fyri at longja sáttmálan.

Í morgin spælir Chelsea ímóti Wolverhampton í Premier League, og tá verður Thomas Tuchel á beinkinum á fyrsta sinni.