Tubbaksvirkir í rættin

Nakrar av teimum størstu amerikonsku tubbaksfyritøkunum noyðast nú aftur í rættin at verja seg og sigarettirnar, sum tær gera, sigur BBC.

Hesaferð eru fyritøkurnar ákærdar fyri at hava villeitt fólk til at halda, at tær sokallaðu "light"-sigarettirnar eru ikki so skaðiligar fyri heilsuna sum tær vanligu. Rætt er tað, at minni tjøra er í "light"-sigarettunum, men kanningar hava víst, at tað er ikki minni heilsuskaðiligt at roykja tær.

Ein dómari hevur gjørt av, at stevnararnir skulu sleppa at royna málið í rættinum, og serfrøðingar siga við BBC, at eitt tílíkt rættarmál kann lættliga kosta tubbaksfyritøkunum eina billión ella 1.000 milliardir krónur. Fyritøkurnar, sum eru stevndar, eru Philip Morris, RJ Reynolds og British American Tobacco.